Fingu tips um at bilur var farin á sjógv

Bilurin verður turkaður og kannaður, og annars arbeiðir løgreglan við at finna út av, hvussu tingini hanga saman.

Nú bilurin hjá Føroya Bjór, sum hvarv úr Havn um vikuskiftið, í dag er funnin á botni út fyri Ytru bryggju í Miðvági, hava vit spurt vaktleiðaran á løgreglustøðini í Havn, um tey kenna søguna aftan fyri tilburðin.

 

- Sum er, vita vit ikki, hvør hevur stjolið bilin, og vit kenna ikki samanhangin, hvussu bilurin er farin á bláman í Miðvági, men málið verður kannað.

 

Vaktleiðarin vísir á, at nú er so bilurin komin afturíaftur. Hann verður turkaður og kannaður, og annars arbeiðir løgreglan við at finna út av, hvussu tingini hanga saman.

 

Tað var bjargingarbáturin Sverri, ið fann bilin, sum í kvøld er tikin upp aftur. Teir sendu kavarar niður av gera fast á bilin, sum ein alibáti síðan tók upp.

 

Sum skilst á vaktleiðaranum fekk løgreglan eitt tips úr Vágum um, at ein bilur helst var farin á sjógv, og tá málið var kannað nærri, vísti tað seg at vera so.

 

- Eingin er saknaður, og roynt hevur verið at leitað so væl sum tilber fyri at tryggja sær, at eingin hevur verið í bilinum, tá hann fór á sjógvin, sigur vaktleiðarin í kvøld.