Finn Danberg í leiðslu Sparikassans

Leiðslubólkurin í Føroya Sparikassa hevur fingið ein nýggjan lim.

Tað er greitt, eftir at stjórnin í Sparikassanum hevur gjørt av, at Finn Danberg, fíggjarleiðari, skal gerast partur av leiðslubólkinum. Stjórnin í Føroya Sparikassa hevur regluliga fund í leiðslubólkinum, ið veitir henni ráð í ymsum týðandi málum. Hereftir eru sostatt fimm limir í leiðslubólki Sparikassans. Teir eru Marner Jacobsen, forstjóri, Bjarni Olsen, stjóri, Bogi Bendtsen, undirstjóri, Øssur Nolsøe, deildarleiðari í Tórshavn, og Finn Danberg, fíggjarleiðari.
Harumframt hevur fíggjarleiðarin fingið prokura. Nevndin í Føroya Sparikassa gjørdi á fundi tann 24. mars av, at veita fíggjarleiðaranum prokura. Prokura er ein fulltrú, ið ber í sær, at prokuristurin ella álitisfulltrúin, sum hann eisini verður nevndur, kann binda stovnin í øllum viðurskiftum, sum viðvíkja vanligum rakstri. Ein ávísur munur er á tekningarrætti, ið stjórar og nevndarlimir hava, og so prokura. Tekningarrætturin ber í sær, at hann, sum teknar fyritøkuna, kann binda hana mótvegis 3. parti í øllum lutum. Afturímóti kann prokuristurin bert binda fyritøkuna í viðurskiftum, ið hoyra til vanligan rakstur. Eftir at Finn Danberg hevur fingið prokura eru tilsamans tríggir prokuristar í Føroya Sparikassa: Bogi Bendtsen, undirstjóri, Øssur Skeel Nolsøe, deildarleiðari, og Finn Danberg. Finn Danberg er 37 ára gamal, og hevur hann útbúgving sum Cand. merc.aud. Hann hevur síðan 1999 verið fíggjarleiðari Sparikassans. Frammanundan hevur hann starvast sum fíggjarleiðari á Arbeiðsloysisskipanini og á Landssjúkrahúsinum.