Av løgmansskrivstovuni var í gjárkvøldið sagt, at samgonguflokkarnir eru samdir um, at framferðin í málinum hevur verið hendan:
A. Fyrisitingarligi parturin í málinum:
Løgmaður og avvarðandi landsstýrismaður leggja eina frágreiðing fram um, hvat er farið fram fyrisitingarliga í uppsøgnini av landsverkfrøðinginum.
B. Politiski parturin í málinum:
1. Landsstýrismaðurin boðar frá, at málið um samanlegging hevur verið viðgjørt óheppið.
2. Ein ítøkilig ætlan verður løgd fyri samgonguna um samferðslustovnarnar.
3. Ein frágreiðing verður løgd fyri tingið um ætlanirnar fyri samferðslukervið.
4. Trygd verður veitt fyri, at ætlaðar broytingar verða viðgjørdar saman við starvsfólki á stovnunum, áðrenn tær verða settar í verk (sambært sáttmála).
C. Bygnaðarbroytingar:
Farið verður politiskt undir viðgerðina av bygnaðarbroytingunum í landsfyrisitingini sum heild, og ætlan verður gjørd fyri ein framtíðarbygnað.
Soleiðis ljóðar almenna semjan millum teir tríggjar samgonguflokkarnar, Fólkaflokkin, Tjóveldisflokkin og Sjálvstýrisflokkin.
Semja er eisini um, at Finbogi Arge verður sitandi sum landsstýrismaður, og hann fer heldur ikki at seta Henning Jacobsen aftur í starv sum landsverkfrøðing.
Í gjár var annar dagur, at starvsfólkið hjá Landsverkfrøðinginsstovninum ikki var til arbeiðis.