Finnbogi Arge stillar upp

Havnar Framburðsfelag hevur fingið nøkur nøvn aftrat á listan til býráðsvalið í Havn, og teirra millum er Finnbogi Arge, sum helst styrkir listan munandi.
Finnbogi Arge hevur drúgvar royndir í politikki. Frá 1990 til 1998 umboðaði hann Sambandsflokkin í løgtinginum.
Í 1998 stillaði hann upp fyri Fólkaflokkin, kom ikki inn, men varð tilnevndur til landsstýrismann og sat í tvey ár.
2000 til 2002 kom hann í løgtingið sum varamaður hjá Bjarna Djurholm.
Nýggj nøvn á listanum eru eisini Jóna Thomsen, sum er virkin í fimleikarfelagnum Ljósinum og Ingi á Smið, lærari.
Havnar Framburðsfelag roynir at fáa onkran aftrat á listan, sum væntandi verður endaligur seinni i vikuni.
Annars er valstríðið hjá Havnar Framburðsfelag byrjað, tí nú eru valplakatir komnar á bussarnar.