Finnland varpaði Russland úr fjórðingsfinaluni

Risa stórt vónbrot í Russlandi, har russiska íshokkilandsliðið tapti OL-fjórðingsfinaluna.

Tað er tøgn í Bolshoy Arena í Sochi í løtuni, har russisku íshokkistjørnurnar júst eru tveittar úr OL-fjórðingsfinaluni eftir 1-3-tap ímóti Finnlandi. Íshokki er ein av best umtóktu ítróttargreinunum í vetrarleikunum, og vónirnar vóru eisini stórar til dreingirnar hjá Putin, sum teir á íshokkilandsliðnum hjá Russlandi verða kallaðir.


Russland hevur verið fyri atfinningum fyri ivasamt spæl fyrr í kappingini, men megnaði altso at koma í fjórðingsfinaluna. Tað byraði eisini sum ætlað í fjórðingsfinaluni, tá ið Ilya Kovalchuk tíðliga í dystinum legði vertslandið á odda 1-0. Finnland vildi tað tó øðrvísi og Juhamatti Aaltonen og Teemu Selänne syrgdu fyri, at Finnland var á odda 2-1 í fyrsta steðginum.


Í 2. periodu økti Mikael Granlund til 3-1, áðrenn Russland restina av dystinum royndi at minka um munin. Vánaligt spæl og stundum stórspæl frá finska málverjanum, Tuukka Rask, forðaði fyri hesum og Finnland vann tískil dystin 3-1. Fríggjadagin hittast Finnland og Svøríki í hálvfinaluni. Svøríki vann í morgun greitt 5-0 ímóti Slovenia í fjórðingsfinalu teirra.


Tað eru 22 ár síðani Russland seinast vann OL-gull í íshokki, og vónirnar vóru stórar til menn sum Alex Ovechkin, Pavel Datsyuk, Evgeni Malkin og ta røð av NHL-stjørnum, sum eru á liðnum, nú teir vóru á heimavølli í Russlandi, og má tað metast sum eitt risastórt vónbrot nú teir eru útslignir.


Tvær tær seinastu fjórðingsfinalurnar verða spældar í dag kl.17. Tær eru ímillum Kanada – Lettland og USA – Kekkia.