Finnur altíð málið

Leikarar flest vita, hvar málið stendur, tað eru bara fáir, sum í næstan hvørjum føri finna útav at leggja bóltin í tað. Aftur í gjár var avgerandi munurin á vøllinum Finnur Justinussen, og so nyttaði lítið hjá AB at spæla við í seinna hálvleiki

Tað munnu verða fáir 18 ára gamlir, sum sleppa at uppliva at liggja eitt mál eftir toppskjúttan, tá 16 umfør eru leikt. Hetta er tó veruleikin hjá Finni Justinussen.

Eitt sindur stuttligt, tá drongurin var skaddur í tvey umfør og ikki byrjaði inni í fyrstu dystunum.

Munurin á unga Víkinginum og nógvum øðrum áloyparum, er, at Finnur Justinussen skorar næstan hvørja ferð hann spælir. Hann fær bara ikki so nógv mál í hvørjum av dystunum. Men tá tú vinnur við einum ímóti ongum, so hevur tú jú skorað 100 prosent av málunum í dystinum, um tú altso fært málið.

Soleiðis bleiv støðan í gjár, tá Víkingur uppiborið um enn rímiliga heppi vann ímóti AB.


Vildi beinanvegin

Longu frá fyrsta bríksli lógu Víkingar omaná í góðveðrinum í Sarpugerði. Sverri Jacobsen og Hanus Jacobsen á bakkunum fóru við fram í hvørjum einasta álopið, og hetta er helst tað, ið lýsti støðuna best.

AB leikararnir lógu so langt afturi sum eitt lið kann gera ímóti einum í somu deild, og tað var eyðsýnt at Víkingur vildi vísa, at steypasigurin ikki var nakað eindømi.

Tað vísti seg, at eysturbúgvarnir vunnu hvønn einasta nærdyst og veruliga spældu sær á vøllinum millum AB leikararnar, sum ikki fingu hálvan fótin fyri seg.

Soleiðis leið allur fyrri hálvleikur. Víkingur hevði eina rúgvu av skotum á mál, meðan AB í veruleikanum hevði einar tveir møguleikar.


Finnur mál

Tá fólk byrjaðu at leita sær ímóti sølubúðunum at fáa sær hálvleikskaffi og leikararnir helst eisini hugsaðu um hetta, var tað tó ein, sum ikki tímdi til kaffi.

Víkingur hevði sum nærum allan hálvleikin bóltin, og brádliga varð hann sendur innfyri. Andreas Lava Olsen fekk bóltin og legði kúluna elegant inn um verjuna hjá AB, har Finnur Justinussen stóð.

Gøtudrongurin burdi verið rangstaddur, um verjan hjá AB veruliga var vakin, men hon var farin til hálvleiks og tí stóð málkongurin í Sarpugerði púra einsamallur saman við Tórði Thomsen í AB málinum.

Tá vendu kaffifólkini sær við. Finnur Justinussen legði bóltin í málið til 1-0 og síðan hevur tíðin víst, at hetta bleiv sigursmálið.


AB vildi við

Seinni hálvleikur vísti seg at gerast ein rættiliga dovin uppliving. Víkingar vístu næstan beinanvegin tekin um møði, og tað hevði við sær, at AB kom inn í dystin.

Tá Jógvan Martin Olsen, venjari hjá Víkingi, eitt sindur seinni skifti Súna Olsen og Andreas Lava Olsen út, misti Víkingur stýringina, teir høvdu haft, og tað hevði við sær, at AB fleiri ferðir var tætt við at fáa veruligar møguleikar. Men bólturin sprakk ikki sum AB vildi, so tað nærmasta argjamenn komu málinum, var tá Stig-Roar Søbsted, nýggi norðmaðurin hjá AB, leyp upp við Niclasi Niclasen og snittaði ein langan bólt ímóti málinum. Geza Turi fekk tó vinstra labba á í einum refleksi og so fór bólturin upp um.

Tí kann staðfestast, at Víkingur framvegis er við í oddinum og kann fáa tað øgiliga stuttligt, um liðið vinnur á B68 mikudagin, meðan AB kann ugga seg við, at heldur onki av hinum botnliðunum vann.