Mánamorgunin klokkan 10 verður tíðindafundur í FSF húsinum. Tá fer Lars Olsen at kunngera, hvørjir teir 23 eru, sum skulu vera við í fyrireikingunum til fyrstu avbjóðingina í UEFA NSTIONS LEAGUE. Hon verður fríggjadagin sjeynda september ímóti Malta á heimavølli.
Nøvnini á 23 spælarum verða kunngjørd mánamorgunin. Longu nú er tað tó greitt, at tólv av spælarunum, sum spæla fótbólt uttanlands – við Jóan Símuni Edmundsson í Armenia Bielefeld í Týsklandi á odda – eru á listanum hjá landsliðsvenjaranum.
Millum útisetarnar, sum hava fingið landsliðsboð, er álopsspælarin Finnur Justinussen.
29 ára gamli Finnur Justinussen hevur verið fýra ferðir á landsliðnum, men enn hevur hann ikki skorað fyri Føroyar.
Síðsta ferðin, Finnur Justinussen var á landsliðnum, var 9. juni 2017, tá ið hann var á vøllinum alla tíðina í HM undankappingardystinum á heimavølli ímóti Sveis. Føroyar taptu 2-0.
Tá umboðaði Finnur Justinussen Fremad Amager. Nú umboðar hann Næstved í næstbestu deildini.
Har hevur hann skorað trý mál í fimm dystum í nýggja kappingarárinum, og Lars Olsen heldur hann vera so mikið væl fyri, at hann aftur eigur at vera partur av landsliðnum.
Ein annar gamal kenningur í føroyskum fótbólti, sum ikki hevur verið á landsliðnum síðani 6. september 2016 ella í nett tvey ár, hevur aftur fingið landsliðsboð.
Tað er miðvallarin og verjuspælarin Heini Vatnsdal. 26 ára gamli vágbingurin, sum spælir við Fremad Amager í næstbestu donsku deildini, hevur seks ferðir áður verið á landsliðnum. Síðsta ferðin var í málleysa HM undankappingardystinum ímóti Ungarn á heimavølli 6. september 2016. Tá loysti hann fram ímóti dystarenda Hall Hansson av.
Útisetarnir, sum hava fingið landsliðsboð, eru hesir: Gunnar Nielsen, Sonni Ragnar Nattestad, Heini Vatnsdal, Viljormur Davidsen, René Shaki Joensen, Rógvi Baldvinsson, Hallur Hansson, Kaj Leo í Bartalsstovu, Brandur Hendriksson Olsen, Gilli Rólantsson Sørensen, Finnur Justinussen og Jóan Símun Edmundsson.
Mánamorgunin fæst at vita, hvørjir teir ellivu – tveir málverjar og níggju útispælarar – eru, sum saman við útisetunum skulu fyrireika seg til dystin ímóti Malta fríggjakvøldið sjeynda september.