Finnur Fríði og Jupiter komu á Fuglafjørð tíðliga fríggjamorgunin. Teir hava samtrolað eftir sild.
Finnur Fríði hevði 1800 tons, sum eru landaði til Havsbrún. Jupiter hevði einki í lastini, teir bunkraðu og fóru so aftur á sildafelti, har teir skulu partrola við Trónda í Gøtu, teir eru staddir á 67 N.
Finnur Fríði loysti aftur av Fuglafirði í gjárkvøldið.