Tvey av nótaskipunum hjá Varðanum eru í dag í Fuglafirði, har tey eftir ætlan skulu landa svartkjaft til Havsbrún.
Talan er um skipini Finnur Fríði og Tróndur í Gøtu, og hava tey tilsamans fiskað umleið 5.400 tons av svartkjafti. Tað skrivar heimasíðan hjá Havsbrún.
Finnur Fríði byrjar at landa klokkan 12 í dag. Umborð eru umleið 2.600 tons av svartkjafti. Síðani landar Tróndur í Gøtu, ið hevur fiskað umleið 2.800 tons av svartkjafti.

Finnur Fríði og Tróndur í Gøtu landa svartkjaft





