Finnur Helmsdal og Almannastovan

Eg síggi í Sosialinum nú leygardagin, at Finnur Helmsdal enn einaferð førir seg sjálvan fram við at leggja eftir sínum egnu starvsbrøðrum. -Hesaferð er høvið MBF-fundurin í læraraskúlahøllini.

Hann spyr, hvar Almannastovan var á fundinum. Legði Finnur tað ikki til merkis, so kann eg upplýsa, at fólk av Almannastovuni vóru á fundinum, tó ongin við uppgávu alment at umboða Almannastovuna.

Hann spyr millum annað eisini, hvar leiðslan á Almannastovuni var, og skal eg tí upplýsa, at fyri mín part bar av privatum ávum tíverri ikki til at møta á fundinum. - So skuldi verið so upplagt at heitt á t. d. ein av deildarleiðarum mínum um at møtt at umboða Almannastovuna; men av tveimum orsøkum valdi eg ikki at gera tað.

Orsøkirnar eru hesar:


1)Fundurin liggur mitt undir valstríðnum. Hetta er fyri mær at sígja heilt rættur taktikkur hjá MBF. Tey royna at reisa viðurskifti teirra brekaðu sum eitt evni í valstríðnum - og tað er hart tiltrongt, at føroyskir politikarar hugsa meira um almannamál - so tað er at gleðast um. Sum umboð fyri ein almennan myndugleika, kunnu vit av Almannastovuni hinvegin ikki á nakran hátt loyva okkum at gerast partur av politiska spælinum. Sjálvt um ein ansar eftir, er ógvuliga skjótt til at verða misnýttur í politiska spælinum, og tí er ongantíð lætt at vera við sum umboð fyri almennan stovn á einum politiskum fundi - allarminst beint frammanundan valinum.


2)Eg visti at Finnnur Helmsdal var við á fundinum. Av tí at eg kenni nakað til, hvussu hann plagar at føra seg fram, hugsaði eg, at tað skuldi verið merkiligt, um hann ikki nú uppundir valið onkursvegna fór at royna at ?sláa platt? uppá margdupultu støðu sína sum sosialráðgevi, barnaverndarnevndarformaður, (fyrrverandi) starvsfólk á Almannastovuni, og aðalskrivari í Javna! - Og var hann sær sjálvum líkur, væntaði eg at hann enn einaferð fór at gera hetta við at royna at hunddálka starvsfólkið á Almannastovuni.


Nú eg síggi greinina í Sosialinum, kann eg so bara staðfesta at eg gjørdi rætt í at velja ikki at leggja hesa byrðu á nakran annan.

Hóast Finnur ikki veit tað, hugsi eg at bæði MBF og limafeløgini munnu vita, at vit við onnur høvi fegin vilja møta á teirra fundum, eins og vit fyrr hava gjørt.

Tað sum fekk meg at svara aftur er, at Finnur rekur framundir at sosialráðgevarnir á Almannastovuni eru dovnir, og ikki eru fakliga áhugaðir.

Sum leiðari fyri allar sosialráðgevar sum virka sum slíkir á Almannastovuni, eri eg errin av at kunna siga, at høvdu øll í hesum landi spent seg líka nógv út sum tey, so hevði staðið munandi betur til í landinum enn tað ger.

At politikararnir hava valt at geva sosialráðgevunum so vánalig kor at virka undir, at vit nóg illa hava umstøður at taka sømiliga móti fólki, enn minni at hjálpa teimum so væl sum sosialráðgevar okkara veruliga duga - og vilja, høvdu tey bert sloppið - tað skulu tit politikarar ikki kasta sosialráðgevunum fyri. Tey, og starvsfelagar teirra, gera nógv, nógv meira enn nakar kann krevja av teimum, hóast tey eftir hondini vita at tey - ið hvussu so er frá tykkum politikarum - einans fáa skomm og skitna løn afturfyri.

Hevði Finnur dagliga víst bert eitt sindur meira áhuga fyri faki og fakfeløgum sínum, hevði hann eisini vitað hvussu nógv tey leggja fyri, og somuleiðis hevði hann vitað, at vit støðugt royna at leggja arbeiðið um, so sum mest tíð er til veruligt sosialt arbeiði.

- Men hjá politikarum er sjálvandi munin lættari at tveita við skarni eftir starvsfólki í almannaverkinum, heldur enn at orða ein veruligan føroyskan sosialpolitikk. Tað virkar eisini betur í valstríðnum, sigst, so hjá teimum bilar kanska minni, at teir samstundis forða øllum veruligum tjaki um sosialpolitikk........


Bergur Berg

Viðskiftastjóri á

Almannastovuni


Eftirskrivt:

Annars sigur Finnur at hann heldur sosialráðgevarnar á Almannastovuni sita ov nógv inni á skrivstovunum.

Hóast starvsøkini hjá mær og Finni Helmsdal eru rættiliga ymisk, so at eg ikki havi havt fyri neyðini at hava dagligt samskifti við Finn Helmsdal á Almannastovuni, má eg av royndum ásanna (tær ferðirnar eg havi roynt at fáa fatur í honum), at hetta ikki tykist vera ein feilur hann hevur liðið av.

BB

.