Finnur og Olaf koma á ting

Sjúrður Skaale fer fyrsta dagin at biða løgtingið um farloyvi so leingi hann verður fólkatingsmaður

FÓLKATING: Á ting fyri hann kemur Finnur Helmsdal, sum ikki varð afturvaldur á valinum 19. januar.

Tá Annita á Fríðriksmørk fer í barnsburðarfarloyvi kemur Olaf í Garði Joensen á ting fyri hana. Finnur og Olaf verða partar av tingmanning Tjóðveldisins til í juni, tá Annita á Fríðriksmørk aftur tekur sæti á fólkatingi.