Finnur og Terji í Manhattan

Tveir kendir havnarmenn spæla í Manhattan hetta vikuskiftið. Fríggjakvøldið 14. mars fer Finnur Jensen úr Páll Finnur Páll at framføra í Manhattan. Umframt egin løg fer Finnur at spæla góðar gamlar føroyskar og útlendskar slagarar - og við hesum er sum vanligt lagt upp til eitt stuttligt kvøld í Manhattan.

 

Leygarkvøldið 15. mars tekur Terji Rasmussen yvir.

Terji er møguliga tann best umtókti tónleikarin, Havnin nakrantíð hevur fostrað og hann fer tí eisini ivaleyst at verða væl móttikin leygarkvøldið. Sostatt verður lagt upp til eitt nostalgiskt kvøld við Eros og øðrum ódeyðiligum føroyskum sangskattum, tá Terji fer á pall leygarkvøldið.