Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari og Sauli Niinistö, forseti Finnlands. Í morgin verður Finnland alment limur í verjusamgonguni, Nato, og landið verður limaland nummar 31.

Finska flaggið í húnar hátt á Nato-høvuðsborgini

Í morgin verður finska flaggið fyri fyrstu ferð vundið í húnar hátt á Nato-høvuðsborgini, eins og her verður hátiðarhald í sambandi við finska limaskapin.

 

Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari og Sauli Niinistö, forseti Finnlands. Í morgin verður Finnland alment limur í verjusamgonguni, Nato, og landið verður limaland nummar 31.

- Hetta er ein søgulig vika, segði Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, á tíðindafundi í Brüssel fyrrapartin.

 

Á tíðindafundinum avdúkaði hann, at Finnland alment verður limur í verjusamgonguni í morgin, týsdagin. Hann segði, at limaskapurin fer at gera Finnland tryggari, og limaskapurin fer eisini at gera Svøríki tryggari.

 

Í morgin verður finska flaggið fyri fyrstu ferð vundið í húnar hátt á Nato-høvuðsborgini, eins og her verður hátiðarhald í sambandi við limaskapin. Finnland verður 31. landið, sum fær limaskap í Nato.

 

Í morgin fara uttanríkisráðharrarnir í verjusamgonguni at hittast, og á fundinum fara teir eisini at umrøða framhaldandi stuðulin til Ukraina.

 

- Tað er neyðugt, at vit gera størri íløgur í verjuna, segði Jens Stoltenberg, sum vísti til kríggið í Evropa.

 

Svøríki hevur eisini søkt um limaskap í Nato, men higartil hevur Turkaland ligið í buktini, soleiðis at turkiska tjóðartingið enn ikki hevur góðkent landið sum limaland.

 

Skulu nýggir limir takast upp í verjusamgonguni, krevst, at øll verandi limalond góðtaka upptøkuna, og tað hevur Turkaland enn ikki gjørt enn, tá ræður um Svøríki.

 

 

 

Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari og Sauli Niinistö, forseti Finnlands. Í morgin verður Finnland alment limur í verjusamgonguni, Nato, og landið verður limaland nummar 31.