Roknað verður við, at nógv arbeiðspláss fara at verða varðveitt á Fyn, um Føroya Banki og Laan og Spar Bankin fara at vinna kappingina um Fiona bankan. Mánadagin verður tað greitt, hvør fer at vinna kappingina um Fiona bankan, sum danski staturin ígjøgnum felagið Finansiel Stabilitet hevur sett til sølu. Danskir fjølmiðlar vita at siga, at í hvussu so er trý boð eru komin upp á bankan. Umframt Føroya Banka, sum hevur bjóðað saman við Laan og Spar bankanum, hava Nordea og Nord Bank bjóðað.
Sambært Fyens Stifttidende, so vóna tey 200, sum eru í starvi í Odense, har Fiona bank hevur høvuðssæti, at tað verður Føroya Banki, sum saman við Laan og spar bankanum mánadagin verður nýggjur eigari av Fiona Bank.
Orsøkin er tann, at Føroya Banki hevur boðað frá, at hann ætlar at varðveita navnið, og at hann ætlar, at høvuðssætið í danska bankanum framvegis skal vera í Odense. Harvið verður roknað við, at nógv av arbeiðsplássunum fara at verða varðveitt í Odense. Um tað eydnast øðrum av hinum báðum bankunum, sum hava bjóðað, at keypa bankan, so verður roknað við, at tað fer at vera meiri ivasamt við, hvussu nógv arbeiðspláss fara at verða varðveitt í Odense.
Í Fyens Stifttidende verður sagt, at tilboðið hjá Føroya Banka og Laan og Spar verður roknað at vera politiskt korrekt. Í einum svari í fólkatinginum 29. juni segði Lene Espersen, búskaparmálaráðharri, ?at i vurderingen af det mest favorable tilbud vil indgå, om medarbejderne i den nødlidende bank kan tilbydes at følge med over i den nye?.
Undirstrikað verður kortini, at hjá Finasiel Stabilitet snýr tað seg um at tryggja eina loysn, sum ber í sær, at avleiðingarnar fyri viðskiftafólkini vera so lítlar, sum tað ber til, og at tryggja, at tapini hjá tí almenna verða so nógv avmarkað, sum tað ber til.