Fípan Fagra á tryggari FM kós

Aftur í dag vunnu dreingirnir úr Klaksvík tryggan sigur, og nú restar lítið í at vinna FM

Hóast starturin ikki var heilt so sannførandi, sum hann var í Vestmanna fyri viku síðani, so var eingin ivi í góðveðrinum í Miðvági í dag um, at tað vóru dreingirnir umborð á Fípuni Føgru, sum vóru teir bestu.

Eftir tættan start, tá ið tað umframt Fípuna og Blik av Argjum, eisini vóru Frúgvin úr Miðvági og Ternan av Glyvrum, sum bjóðaðu seg til, so lagaði tað seg, sum tað hevur gjørt á øllum teimum undanfarnu stevnunum.

Fípan Fagra stakk seg framum, og Blikur var tann einasti, sum kendist hava møguleika at fylgja við. Eina løtu var nurin millum teir báðar fremstu ein stór bátslongd. Blikur hevði hug at ota seg fram aftur í endaspurtinum, men teir á Fípuni vóru púra tryggir og vunnu tryggan sigur.

Frúgvin úr Miðvági vann bronsuplássið í tættari kapping við Ternuna av Glyvrum. Harvið er Frúgvin favorittur at vinna bronsu í FM kappingini. Fípan Fagra er á gullkós, men tað er framvegis møguleiki fyri, at Blikur av Argjum í heimasjógvi kann tryggja sær meistaraheitið. 

5 mannafør dreingir
1Fípan Fagra04:45.20  
2Blikur04:47.16  
3Frúgvin04:50.20  
4Ternan04:50.23  
5Jallurin04:52.24  
6Tekla05:00.00  
7Hvassi05:00.01

 

1Fípan Fagra41 
2Blikur37  
3Frúgvin27  
4Jallurin23  
5Ternan22 
6Tekla11 
7Hvassi6