Tá bøkur verða sendar á marknaðin, vóna flestu høvundar, at júst teirra bók verður ein av teimum, sum verður ummæld – og kanska eisini viðmæld.
Í mentanarsendingini ”Grindin”, sum varð send seinasta mikukvøld í Kringvarpinum, ummældi Øssur Winthereig bókina hjá Edmundi Joensen – Okkara maður á Christiansborg – og hansara niðurstøða var, at bókin skuldi hava tríggjar av seks stjørnum.
Og tað fall eftir øllum at døma ikki góða jørð hjá høvundanum, sum á Facebook-vanga sínum gav eina fleingju til Kringvarpið.
” Ongin kann siga annað enn, at knassarnir í Kringvarpinum gera tað, teir eru mentir. Ótroyttiliga taka tey tung tøk saman við Tjóðveldinum til frama fyri felags sakini.
Tak t.d. sendingina "Grindin" í gjár. Tá "ummæltu" journalistisku kapparnir eina bók, sum undirritaði hevur givið út og nevnist "Okkara maður á Christiansborg".
Hetta var journalisma á hægsta fakliga stigi: ein løgtingskandidatur hjá Tjóðveldi "ummælti" innihaldið í bók hjá sambandspolitikara.
Fær tað verið meira professionelt, óheft og seriøst? Nei, tað gerst ikki betri enn tað sama.
Eitt stórt tillukku til tykkara í Kringvarpinum við aftur og aftur at vísa, at tit eru uppgávuna vaksin, og at kringvarpsgjaldið veruliga er trygd fyri óheftni og journalistiskari professionalismu av hægsta karat.
Gleðilig jól og drívið nú á!”, ljóðar boðskapurin frá manninum á Christiansborg.