Firvaldur úr Froðba FM vinnari

Fípan Fagra bjóðaði av, men Firvaldur vann og tryggjaði sær harvið FM heitið

Genturnar á Firvaldi hjá Froðbiar sóknar Róðrarfelag hevur í dag tryggjað sær FM heitið. Hetta var á vestanstevnu í Sandavági, har Firvaldur vann fyri sættu ferð í summar og harvið hevur fult stigatal undan síðsta róðrinum, sum verður á ólavsøku.

Talan var í dag um væl størri kapping um fremsta plássið, enn tað hevur verið fyrr í summar. Fípan Fagra og Jallurin løgdu sera bragdliga fyri. Áðrenn málið var hálvrógvið, var Firvaldur við í kappingini um fremsta plássið. Tann kappingin stóð síðani millum Fípuna Føgru og Firvald, sum fór um málið meiri enn hálva bátslongd undan gentunum úr Klaksvík.

1Firvaldur05:27.09  
2Fípan Fagra05:28.21  
3Silja05:33.16  
4Jallurin05:34.19  
5Sílið05:38.09  
6Blikur05:42.14  
7Spógvin05:49.12  
8Dúgvan05:57.24

 

1Firvaldur42  
2Fípan Fagra32 
3Jallurin30  
4Silja28  
5Sílið18 
6Spógvin11 
7Blikur6  
8Teistin1  
9Dúgvan0