Sveinur Tróndarson
og Høgni Mohr
Tað gongur eftir øllum at døma einastandandi væl hjá rækjuskipunum hjá Royal Greenland. Góður fiskiskapur og góðar marknaðartreytir hava havt við sær, at Kaassassuk, sum fyrsta grønlendska skipið, hevur avreitt fyri meiri enn 100 milliónir krónur. Vanliga hevur skipið avreitt fyri umleið 80 milliónir um árið, so talan er um eina dygga framgongd.
Sum vera man frøir tað reiðararnar, at tað gongur so væl hjá skipum teirra, og til tess at takka manningini, varð skipað fyri móttøku umborð á skipinum tá tað kom í havn. Eini 60-70 fólk vóru við til móttøkuna, og seinni um kvøldið, var øll manningin boðin út til nátturða.
Hjá manningini er tað sjálvandi eisini at fegnast um, at væl gongst í hond, tí tað kastar so mikið meira av sær. Upplýsingar, Sosialurin hevur fingið frá fólki, ið eru við privatum grønlendskum rækjuskipum, siga, at fyri hvørja millión, fiskað verður fyri, fella 10 túsund krónur í hvønn manningapart. Var Kaassassuk á privatum hondum, var manningarparturin higartil í ár góða millión. Skiparin á privatum rækjuskipum fær vanliga 2_ part. Og so eru 40 dagar eftir enn...
Vit hava fingið orð á skiparan, sum er føroyingur, og spurt hann, hvussu tað ber til, at tað hevur gingið so væl í hond hjá teimum.
Linjohn Christiansen greiðir frá, at teir hava fingið 4.400 tons ella har á leið teir 11 túrarnar í ár, so væl hevur gingist. Fiskiskapurin hevur verið góður, men so skal ein eisini hava í huga, at marknaðartreytirnar í ár hava lagað seg næstan júst sum Royal Greenland hevur havt tørv á.
- Men samstundis eiga vit at minnast til, at søluliðið hjá Royal Greenland hevur gjørt eitt einastandandi gott arbeiði, sigur hann.
Hann vísir á, at ein treyt fyri góðum úrsliti er, at tað verður samstarvað allan vegin frá at fiskurin ? ella rækjurnar ? vera veiddar, til vøran er seld, og júst hetta hevur Royal Greenland lagt stóran dent á nøkur ár, og tað er tað, sum nú fer at kastað av sær.
Men sum tú sigur, so er árið ikki liðugt enn. Hvussu eru vónirnar til tað, sum eftir er av árinum?
- Tíðin er góð, og verður veðrið til vildar, eru vónirnar góðar. Vit hava í løtuni fiskað fyri góðar 100 milliónir, og so kunnu vit kanska roknað við, at vit koma upp um 110 milliónir.
Gott arbeiðspláss
Annars heldur Linjohn eina av orsøkunum til framúr góða úrslitið vera tað góða samstarvið sum er umborð. Hann letur einastandandi væl at manningini, sum telur 25 mans á hvørjum skifti. Afturat tí koma tveir eftirlitismenn fyri keypararnar og tveir frá myndugleikunum.
Manningin á brúnni er føroysk og tað er hon lutvíst eisini í maskinuni, men annars er skipið mannað við grønlendingum, og teir er Linjohn framúr væl nøgdur við.
- Grønlendingar eru eitt heilt ótrúliga raskt fólkaslag. Teir eru skjótir og duga einastandandi væl at arbeiða, og tí er tað ein frægd at arbeiða saman við teimum. Royal Greenland er sum heild eitt framúrskarandi arbeiðspláss, ið eisini dugir væl at halda upp á fólkið, sigur hann.
Linjohn vísir á, at onkrir av teimum, sum sigla hjá Royal Greenland, hava verið við skipunum síðani 1970. Hetta heldur hann vera eitt gott tekin.
- Sjálvur byrjaði eg at sigla hjá grønlendingum í 1986, og Jógvan, sum er hin skiparin á Kaassassuk, byrjaði í 1987.
Fastar landingardagar
Tað, sum sermerkir skipanina hjá Royal Greenland, er, at skipini eru inni fastar dagar á árinum.
- Vit hava longu nú fingið at vita, hvørjar dagar vit skulu landa næsta ár, sigur Linjohn, og skoytir uppí, at tað ger tað munin lættari hjá øllum pørtum at arbeiða, tá ið alt er lagt til rættis.
Hann leggur aftur dent á skjótleikan hjá fólkinum og sigur, at tað er meiri sjáldsamt, at skipið er inni longur enn 30 tímar.
- Og tá er alt lagt upp eftir serligari skipan, sigur Linjohn, sum leggur afturat, at tað er slíkt, hann saknar heima í Føroyum.
Hann vísir eisini á, at Royal Greenland longu nú hevur sett sær spurningin, hvar fyritøkan skal standa í 2010.
- Fyritøkan er farin at brynja seg til næstu øld, og m.a. er ætlanin at byggja nøkur nýggj skip. Eisini hetta sakni eg í Føroyum, tí tað er neyðugt við kjaki um hvør ætlanin er í framtíðini, sigur Linjohn.