Fiskaaling við á FaroExpo

- Um nýggja rognaframleiðslan fær dygga undirtøku millum føroysku alararnar, kunnu vit koma at tjena pening, sigur stjórin í Fiskaaling, Kristian Petersen. Í morgun hevur Fiskaaling, sum er við á FaroExpo í Runavík, fingið vitjan av norðmanninum, Thoralf Solberg, sum starvast á marknaðardeildini hjá stóra norska kynbótafelagnum, SalmoBreed.

Fiskaaling og SalmoBreed skrivaðu herfyri undir avtalu um samstarv, har norska kynbótafelagið skal veita Fiskaaling útvald rogn, ið eru kynbøtt eftir teimum ynskjum, sum føroyska alivinnan hevur.

Á vitjanini í Føroyum skal Thoralf Solberg eitt nú ein túr til Skopunar í morgin, har hann sleppur at síggja Lívfiskastøðina, sum verður ein liður í verkætlanini, ið samstarvið millum Fiskaaling og SalmoBreed byggir á.

Kristian Petersen, stjóri í Fiskaaling, sigur, at samstarvið millum partarnar byggir á, at føroysku alararnir skulu kunnu fáa rogn um eini trý ár, og tá verða hetta rogn, sum hava verið undir eftirliti alla tíðina.

- Vit síggja stórar møguleikar í hesum samstarvi, sum uppá longri sikt eisini kann koma at geva inntøkur við sølu av rognum.

Stjórin sigur, at tekur føroyska alivinnan dyggiliga undir við hesum, kunnu inntøkur longu skapast við sølu til føroysku alivinnuna.

- Uppá longri sikt er ætlanin eisini at kunna selja rogn av landinum til útlendskar laksaframleiðarar, og tá kann talan gerast um eina veruliga forrætning, sigur Kristian Petersen.

Stjórin í Fiskaaling leggur aftrat, at meðan samstarvið millum føroyska og norska felagið er í gongd og verður bygt upp, fer Fiskaaling sum higartil at selja rogn undan føroyskum lívfiski til føroysku alararnar.