Fiskabilur á frítíðarstøðum

Tað er ikki bara í Føroyum, at viðurskiftini kring sølu av fiski og fiskavørum til heimamarknaðin eru vorðin meira skipað.

Tað er ikki bara í Føroyum, at viðurskiftini kring sølu av fiski og fiskavørum til heimamarknaðin eru vorðin meira skipað.

 

Í Vágsbotni sært tú menn, sum regluliga selja fisk og fiskavørur, og afturvendandi eru eitt nú Mortan Johannesen, Mortan hjá Andriasi í Hvannasundi og Carl August Arge.

 

Í Vágsbotni sært tú eisini av og á fyritøkur sum Sjógæta, og í gongugøtuni í Havn og niðri á Bursatanga vitjar Suðringurin regluliga.

 

Norðfra hevur regluligar leveringar av alaskyns fiskavørum til heimamarknaðin, og fyritøkan vitjar eisini regluliga á ymiskum støðum kring meginpartin av landinum.

 

Nú nógvir føroyingar vitja í Danmark, og ein hópur av børnum og familjum eru til Dana Cup í Norðurjútlandi, búgva nógvir føroyingar eisini á ymiskum frítíðarstøðum her um leiðir.

 

Føroyingar, sum búgva í frítíðarhúsum í Skallerup, sunnan fyri Hirtshals, hava eisini um dagarnar sæð, at her vitjar regluliga fiskabilur úr Hirtshals.

 

Hetta er Eriks Fiskebil, sum fyritøkan rópar seg, og hann vitjar eisini regluliga á frítíðardeplinum, har hópur av fólki búgva í frítíðarhúsum og matgera sjálvi.

 

Henda dagin, Eriks Fiskebil vitjaði í Skallerup, var eitt av tilboðunum reyðsprøkuflak fyri 12 krónur flakið - og eisini kundi tú keypa 10 fløk fyri 100 krónur.