Fiskaprísir
Fiskaseljarar hava leingi gramt seg um, at ov fáir keyparar hava verið til fiskin á marknaðinum. Nú keypsavtala er gjørd um stóra fiskavirkið á Kósini, sum væntandi letur uppaftur um einar 2-3 vikur, eru útlit til, at heldur størri kapping fer at verða um fiskin.
Fiski-og útróðrarmenn hava verið sera misnøgdir við fiskaprísirnar tað mesta av hesum árinum, og tað hevur ikki gjørt støðuna betri, at lítið hevur verið at fingið av toski og hýsu.
Rætta vegin
Stjórin á Fiskamarknaði Føroya, Jens Chr. Olsen, sigur, at fiskaprísirnir í seinastuni hava gingið rætta vegin, sum hann tekur til.
- Jú, líkt er til, at prísirnir sum heild kvinka uppeftir. Tað letur til, at so er.
Hann heldur, at næstu vikurnar fara at geva eina enn betri ábending um, hvør gongdin verður og um tær ábendingar, hann heldur seg síggja í dag, fara at vísa seg, sum heystið gongur.
- Jú, vit eru ógvuliga spentir eftir at síggja, hvussu verður, tá allur flotin er komin í gongd aftur, sigur hann.
Stjórin á Fiskamarknaði Føroya sigur seg fegnast um, at
Kósavirkið letur uppaftur, og hann væntar, at eitt so stórt virki hevur sína ávirkan á kappingina um fiskin.
- Vit hava sæð eina ávísa prísøking á eitt nú toski og hýsu og øðrum fiskasløgum við.
Toskur liggur úr 15 krónur fyri kilo og uppeftir, og hýsa liggur millum 10 og 13 krónur fyri kilo.
- Hetta er eisini tíðin, tá fiskurin plagar at fáa betri prís. Fiskurin er betri til dygdar um heystarnar enn um summarið, og kuldin í veðurlagnum ger sítt til, at fiskurin vanliga heldur sær betri.
Jens Chr. Olsen vísir á, at tað í størri mun enn nakað annað er útboð og eftirspurningur sum avgera prísstøðið.
- Í fjør heyst, tá nógv var frammmi um heimskreppu, gjørdist útlendski marknaður trekur, serliga tá ræður um tey dýraru fiskasløgini, men nú er líkt til, at marknaðurin í ávísan mun hevur hug at lata seg uppaftur
Kortini lægri
Vit spurdu eisini Jens Chr. Olsen, hvussu prísstøðið er í heyst í mun til heystið 2008, men her er eingin ivi.
- Fiskaprísirnir eru ikki komnir upp á aftur tað, teir vóru fyri prísfallið, og enn vantar nakað í, leggur hann aftrat.
Stjórin vísir á, at framvegis kemur lítið av upsa um uppboðssøluna hjá Fiskamarknaði Føroya, og hetta heldur hann vera spell, tá stórt gjøgnumskygni er á fiskamarknaðinum.
- Tá skipini landa beinleiðis til virkini, kann upsaprísurin á fiskamarknaðin ikki brúkast sum grundarlag undir prísmetingini. Av samlaðu upsanøgdunum, sum verða landaðar í Føroyum, eru nøgdirnar, sum seldar verða um uppboðssølu, alt ov smáar til tess, at hesar kunnu brúkast í nakrari samanbering, sigur Jens Chr. Olsen.