Fiskapylsur og knettir nú undir sama taki

Fremsta orsøkin til, at PrimaFisk fyri 15 árum síðan fór at arbeiða við pylsum, var, at fyritøkan ikki skuldi í beinleiðis kapping við verandi framleiðslur.

 

 

Eftir umfatandi umbyggingar á Knettavirkinum í Leirvík seinastu tríggjar mánaðirnar er framleiðslan á virkinum nú komin í gongd aftur.

- Tíverri gjørdust handilshillarnar tómar fyri fiskapylsur, áðrenn vit komu í gongd aftur í seinastu viku. Men, nú verður fylt upp aftur í øllum handlum kring landið, sigur stjórin og eigarin, Jan E. Petersen.

PrimaFisk hevur hildið til í hølum á Tavuni í Leirvík síðan 2004, men nú er so øll framleiðsluútgerðin flutt í Knettahúsið á Toftanesi 33.

PrimaFisk hevur nú 15 ár á baki, og Knettahúsið hevur lagt fyrstu hálvu øldina aftur um seg. Jan E. Petersen vísir á, at næsta ár verða liðin 110 ár, síðan Karl Hansen byrjaði sítt virksemi á Toftanesi í Leirvík.

- So, sigast má, at tað er long siðvenja fyri meirvirkan av okkara fiskatilfeingi her í økinum, leggur stjórin aftrat.

Nú PrimaFisk og Knettavirkið hava sama eigara, er eisini samlaða vøruúrvalið hjá fyritøkuni vorðið størri. – Nú kunnu vit bjóða fiskapylsur, fiskabúffar, fiskasuppu, knettir, frikadellur og fiskaflak, sigur Jan E. Petersen.

Tað er eitt felag hjá honum, Sp/f Taste The Faroe Islands, ið eigur og rekur virksemið hjá PrimaFisk og nú eisini Knettahúsinum í Leirvík.

##med2##

Jan E. Petersen sigur, at endamálið hjá fyritøkuni frá byrjan var at gagnnýta, virðisøkja og meirvirka gulllaksin til eina gerandisvøru. - Við støði í heilsugóðari vøru varð farið undir at framleiða fiskapylsur til døgurðamat eins væl og til viðskera, sigur hann.

Fremsta orsøkin til, at PrimaFisk í sínari tíð fór at arbeiða við pylsum, var, at fyritøkan ikki skuldi í beinleiðis kapping við verandi framleiðslur, eitt nú gulllaksaknettini og fiskafrikadellurnar hjá Knettavirkinum í Leirvík.

- Vit høvdu dialog um hetta frá byrjan, og hevur PrimaFisk tískil bert framleitt pylsuvørur øll árini. Men, nú hevur PrimaFisk so yvirtikið Knettavirkið, og tað merkir, at samlaða vøruúrvalið hjá fyritøkuni nú er fiskapylsur, fiskabúffar, fiskasuppa, knettir, frikadellur og fiskaflak, sigur Jan E. Petersen.

##med3##