Kaldari sjógvurin á landgrunninum er, í mun til havið uttanfyri, minni er útskiftingin í sjónum og betri verður gróðurin. Hetta merkir somuleiðis, at fiskurin trívist betri, tí hann hevur meiri at eta, og etur tí ikki sítt egna yngul. Hetta merkir somuleiðis, at meiri fiskur er, og meira verður at fiska. Nakað soleiðis er tankagongdin aftanfyri úrslitini, sum fólk á Fiskirannsóknarstovuni hava funnið fram til.
Karin Margretha Larsen, havfrøðingur, er ein av teimum, ið hevur arbeitt við hesi tesu, og í gjár vardi hon sína Ph.D í Bergen í Noregi. Ritgerðin er um havstreymar og útskifting av sjónum kring Føroyar.
Kalt er gott
Um veturin verður grundin løgd fyri gróðurin árið eftir. Er tað kalt um veturin, kølnar sjógvurin inni við land meira enn sjógvurin longri úti. Hesin hitamururin merkir síðani, at minni útskifting er í havinum, tá botnurin skal leggjast. Hetta hevur við sær, at gróðurin ikki verður skræddur burtur av streymunum og tí verður betri gróður, tá várið byrjar.
Til hesar kanningar er ein rúgva av hitamátingum, sum eru gjørdar í havinum kring Føroyar. Bæði á landgrunninum, og í havinum longri úti.
Grundkanningar
Hesar kanningar eru sokallaðar grundkanningar, sum verða nýttar til eina størri kanning. Ætlanin við hesi stóru kanningini er at finna fram til, hvussu havlívið kring Føroyar er, og soleiðis kann Fiskirannsóknarstovan vera vísari í sínum tilráðingum til fiskiskap.
Altjóða áhugi
Av tí, at landøkið kring Føroyar er so lítið, so eru lutfalsligu broytingarnar í havinum rímiliga stórar. Hetta hevur við sær, at mann kann leggja merki til broytingar, sum ikki eru líka lættar at leggja til merkis aðrastaðni. Tí hava kanningarnar hjá Fiskirannsóknarstovuni stóran altjóða áhuga.