Fiskavirkisskipanin verður ikki avtikin

- Fiskavirkisskipanin hjá Als verður ikki avtikin ella kollvelt í næstu framtíð, uttan at okkurt annað verður sett í staðin. Tað staðfestir Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, eftir at hann sjálvur setti skipanina á breddan í Degi og Viku eitt kvøldið.

Har staðfesti hann, at vit skulu fyrireika okkum upp á, at fiskavirkisskipanin er burtur um eitt hálvt ár, tí hon avlagar og heldur lív í virkjum, sum grundarlag í veruleikanum ikki er fyri at halda lív í.

Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna, hevur nú spurt hann, hvat hann ítøkiliga hugsar um.

Hann staðfestir, at hann fer ikki at kollvelta skipanina upp á nakrar mánaðir.

Men hann heldur, at nú virkini hjá Fiskavirking verða seld, er neyðugt at gera greitt, at fiskavirkisskipanin verður ikki ein koddi, ið kann eggja fólki til at keypa virki, sum tey vita, at tey ikki fáa nógv mikið av rávøru til.

Tað ræður um at gera greitt, at tann, sum keypir eitt virki, skal eisini fyrireika seg upp á at hava ráð til at løna fólki í fulla viku, heldur enn at hugsa um stuðulin, ið kann fáast úr fiskavirkisskipanini.

Tí hevur hann biðið stýrið fyri Als kanna eftir um tað ikki ber til at tillaga fiskavirkisskipanina og stýrið skal eisini kanna eftir, hvat skal verða sett í staðin, verður fiskavirkisskipanin avtikin.

Hans Pauli Strøm og Jenis av Rana staðfestu, at einasta loysnin er, at flakafólk fáa eina fastlønarskipan og tað eigur politiska skipanin og partarnir á arbeiðsmarknaðinum at slóða fyri.

Bjarni Djurolm staðfestir, at fiskavirkisskipanin var ætlað sum eitt ískoyti til lønina hjá teimum veikastu løntakarunum, men nú er hon blivin ein inntøkumøguleiki, sum tað beinleiðis verður roknað við og framleiðslan verður beinleiðis løgd til rættis eftir skipanini og tí er rætt at seta spurnartekin við hana.