info
Ongi úrslit

Fiskiørn á Hálsavøtnum

- Fiskiørn hoyrir til bólkin av rovfuglum, men livir næstan 100% av fiski. Hon er tí ikki til vanda fyri høsn, dunnur, gæs og heiðafugl annars, sigur Jens Kjeld-Jensen

info
Vilmund Jacobsen
23. apríl 2008 kl. 15:09
Fuglur Seinastu tíðina hevur ein fiskiørn hildið til við Hálsavøtnini á Sandoynni. Jóan Petur Petersen hevur verið heppin og hevur tikið fleiri góðar myndir av ørnini. Jens Kjeld-Jensen, fuglafrøðingur, sigur, at fiskiørn er skrásett at vera sædd í Føroyum einar 14-15 ferðir síðan í 1800-talinum, men hugsandi er, at aðrar eru sæddar gjøgnum tíðirnar, sum ikki eru skrásettar. Fuglafrøðingurin vísir á, at síðan 1950 eru 10 fiskiørnir skrásettar at vera sæddar í Føroyum. - Fuglurin byggir reiðir í eitt nú Skotlandi, men flytir síðan suðureftir, tá ið heystið kemur og er burtur um veturin. Um veturin heldur fuglurin til í eitt nú Afriku og Suðurameriku. Jens Kjeld-Jensen sigur, at tvær av fiskiørnunum, sum skrásettar eru í Føroyum, vóru ringmerktar í Svøríki. Eingin vandi - Ørnin hoyrir til bólkin av rovfuglum, men livir næstan 100% av fiski. Fiskiørnin í Sandoynni er tí ikki til vanda fyri høsn, dunnur, gæs og heiðafugl annars. Hann sigur, at tað er bara ein spurningur um tíð, nær fuglurin flýgur burtur aftur. - Eg havi skilt á fólki, at fiskiørnin hevur tikið síl á vatninum, og ivaleyst man hon hava fingið mettuna hesar dagarnar. Annars hevði hon longu verið rýmd, sigur fuglafrøðingurin. Fiskiørn er nógv minni enn eitt nú havørn, sum eisini er sædd í Føroyum gjøgnum tíðirnar, men ikki so ofta sum fyrrnevnda. Ein meistari Fiskiørnin er ein meistari í at veiða fisk. Vanliga hongur fuglurin stillur í luftini, einar 25 metrar yvir vatnflatuni. Hon sær væl, og tá hon fær eyga á ein fisk, stoytir hon seg niður. Í evstu løtu, áðrenn hon rakar vatnið ella sjógvin, leggur hon veingjarnar aftrat kroppinum og kavar. Sagt verður um fuglin, at hann serliga tekur fisk, sum liggur um einar 20-40 sentimetrar, men fiskiørnin kann eisini taka fisk, sum er størri enn hetta.

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

Í gjár kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

4 tímar síðan
Tíðindi

HB váttar: Mikkjal Thomassen er nýggjur venjari

5 tímar síðan
Tíðindi

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

5 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Andrias ætlar at enda ovarlaga í Nations League bólkinum

6 tímar síðan
Tíðindi

Mikkjal Thomas­sen er nýggj­ur HB-venjari

6 tímar síðan
Tíðindi

Listapýði í Posthúskjallaranum

6 tímar síðan
Tíðindi

Vil kanna hvussu skatturin rakar tey við lágum inntøkum

6 tímar síðan
Tíðindi

Hetta merk­ir nýggja Grøn­lands­av­talan

7 tímar síðan
Hondbóltur

Teis sendi Paula og Jákup úr steypakappingini - GOG tapti í Sønderborg

7 tímar síðan
Lesarabrøv

Føroyar mugu ikki elta Europa

7 tímar síðan
Tíðindi

Maria vann tvær filmsvirðislønir sama dag

7 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður: Vit vilja stað­festa sjálvs­av­gerð­ar­rætt­ okkara

8 tímar síðan