Leygardagin 15. sept. verður árliga fiskikappingin í Norðoyggjum.
Eins og undanfarnu ár verður skipað fyri fiskikapping og fiskikappingardansi, og er tað fyri allar Norðoyggjar. Tað er stuðlafelagið »Dragin« ? KG 212, ið skipar fyri.
Luttøkutreytir
Treytirnar fyri luttøku eru tær somu sum undanfarnu ár, tó við tí broyting, at seiður nú ikki telur við í vektini. Bátarnir fáa luttøkuskjal umborð í Draganum frá kl. 7.30 og kunnu teir fara frá landi kl. 8 og í seinasta lagi kl. 5 seinnapartin skulu teir vera aftur á landi. Av trygdarorsøkum skulu minst tveir mans vera við hvørjum báti. Tað er bert loyvt at nýta snøri, snellu ella tráðu sum veiðireiðskap.
Vinnararnir fáa steyp til ognar
Tann bátur, sum hevur størst veiðu pr. mann, verður vinnari. Manningarnar á trimum teimum bestu bátunum fáa steyp til ognar og verða steypini handað manningunum tá liðugt er at viga veiðuna ? umleið kl. 8.
Aftan á fáa manningarnar kaffi og pannukøkur umborð á Draganum.
Fólk kunnu keypa sær at kóka
Fiskurin verður lagdur upp við bátabrúgvarnar á Vánni. Kl. uml. 17.30 byrjar fiskauppboðssølan, har fólk hava høvi at keypa sær fisk til at kóka ella hanga upp. Uppboðssølan verður í uml. ein tíma.
Fiskikappingardansur
í Skálanum kl. 23
Um kvøldið verður gamlamannadansur í Skálanum, og er tað tann kendi contrybólkurin úr Klaksvík sum spælir.
Peningurin, sum kemur inn frá fiskikappingini og dansinum, fer óskerdur til »Dragan«, sum verður bygdur um til skúlaskip.