Fiskikapping verður á Eiðisvatni fríggjadagin 8. juli. Byrjað verður klokkan 18, og sjálv kappingin endar leygardagin 9. juli klokkan 17.
Klokkan 17 leygardagin koma tey, sum hava fiskað, við sínum fongi - og so verður vigað. Vinnararnir verða kunngjørdir undir felagssanginum.
Og fekagssangur verður klokkan 21, har Saggi og Árni spæla undir, og Eilif Samuelsen fer at halda røðu.
Tey, sum hava hug at verða við í fiskikappingini, kunnu keypa agn og fiskireiðskap á staðnum, og eisini er gott
pláss at tjalda, eins og pláss er fyri húsvognum.
Kostnaðurin fyri børn millum 7 og 17 ár er 50 krónur, og vaksin 18 ár og eldri gjalda 100 krónur fyri at verða við í fiskikappingini á Eiðisvatni, sum altso byrjar komandi fríggakvøld klokkan 18.
Fólk, sum áður hava verið við til hetta tiltak, siga, at tað er serstakliga hugnaligt.