-Tað hevur alstóran týdning at fáa vinnuna at skilja, at fiskiskapur snýr seg ikki bara um búskap. Fiskiskapur er eisini at fara væl um fiskin, sum ein felags arv, ið skal latast víðari til okkara eftirkomrar, sigur Otto Gregusen.
Norski fiskimálaráðharrin Otto Gregussen er á vitjan í Føroyum í samband við ráðstevnuna um náttúruvernd og burðardygga veiðu í Norðuratlantshavi.
-Vit høvdu ein fund herfyri í Lofoten, har føroyski fiskimálaráðharrin eisini luttók. Á hesum fundinum kom fram, at vit hava felags ábyrgd fyri at fiskastovnarnir verða umsitnir so væl sum møguligt. Talan er um ein heimsarv, sum ikki má ganga til grundar. sigur hann.
-Vit tosa í dag um etiska ábyrgd. Tað hevur alstjóran týdning at hugburðurin, at tað er etiskt skeivt ikki at halda reglarnar sum eru ásettir fyri burðardyggari veiðu. Tað er týdningarmikið, at hetta nær út til tann einstaka fiskimannin, at hann veruliga skal kenna við sær sjálvum, at tá hann ikki heldur ásetingarnar, so ger hann nakað skeivt, eins og við øðrum lutum í lívinum, sigur Otto Gregussen.
-Eg haldi, at hendan ráðstevnan hevur eitt sera áhugavert tema Júst tað, at vit eiga eitt felags hav og vit skulu duga at fara um tað soleiðis, at okkara eftirkomarar kunnu fáa eins stóra gleði og vinning av tí, sum vit sjálvi. Tað er okkara ábyrgd og eg rokni við at ráðstevnan her fer at knýta okkum tættari saman, sigur Otto Gregussen.