Vit mugu seta henda spurningin, tí tað at hann situr á løgtingi umboðandi Verkamannafylkingina í samgongu var tann, at leiðarar Føroya Fiskimannafelags og Føroya Arbeiðarafelag vóru misnøgdir við tey tiltøk, sum vórðu framd av okkara flokki. Tey høvdu helst rætt í tí, at tað hendi alt ov lítið.
Nú skuldi vend koma í, tey boðaðu frá einum øðrum politikki. Tað skuldu beinanvegin verða framd tiltøk, sum skuldu økja um arbeiðsplássini á landi. Tí stovnaðu tey sín egna flokk, tey søgdu bæði í orð og skriving, at teir borgarligu høvdu alt ov stóra ávirkan, verkafjøldini at skaða, men nú skuldi vend koma í.
Beint áðrenn tey tóku støðu til stovnanina av egna flokki høvdu formaður Føroya Arbeiðarafelags og formaður Føroya Fiskimannafelags í Sosialinum lovprísað Maritu Petersen, tí hon sum løgmaður sleit samarbeiðið við Fólkaflokkin.
Hvar eru vit í dag nú ein partur av Verkamannafylkingini er størsti stuðul Fólkafloksins í ætlanum teirra at sáða split ímillum verkamannafeløgini bæði á sjógvi og landi?
Skattauppskot teirra eru kávalótir og hava bert eina uppgávu, og tað er lækka lønina hjá fiskimonnum. Tað næsta verður, at teir avtaka inntøkutrygdina. Tiltøk teirra ímóti okkara útróðrarmonnum boða ikki frá nøkrum góðum fyri okkara fiskimenn.
Tað er greitt fyri Føroya fólk, at Óli Jacobsen sum umboð fyri Verkamannafylkingina í samgongu, nú hevur sett sær fyri at flyta arbeiðspláss sum í øldir hava verið á landi.
Tey skulu sambært ætlanunum nú fyri at bøta um raksturin hjá skipunum og harvið stuðul til reiðararnar, arbeiðsplássini skulu flytast úr flaka- og fiskivirkjum umborð á skipini.
Verður hetta framt í verki, vil tað hava við sær eitt risastórt arbeiðsloysi, og tað hevur bert eitt endamál, at spjaða verkamannafeløgini og ein beinleiðis stuðul til reiðaran.
Tað vóru nógvir arbeiðsmenn og -kvinnur sum stuðlaðu Verkamannafylkingina til seinasta val. Tøkkin er nú í ljósmála, ein avtoftan av fiskavirkan á landi, ein stuðul til Fólkaflokkin við at gera verkafólkið á landi arbeiðsleys.
Fiskimenn verða í dag brúktir sum stuðlar í einari spjaðing av verkamannafjøldini.
Gott er, at hetta er komið fram, so at Føroya fólk veruliga veit, hvønn tey kunna seta sítt álit á.
Javnaðarflokkurin góðkennir ikki eina niðurgerð av okkara verkafólki bæði á sjógvi og landi. Tað eru møguleikar at bøta um viðurskiftini hjá verkafólki uttan at seta tey upp ímóti hvør øðrum.
Tað sum nú hendir, er tónleikur í oyrunum á Fólkaflokkinum.
Sverre Midjord