Fiskimannafelagið fekk púra onki burtur úr at siga sáttmálan við reiðararnar upp.
Tað kann staðfestast, nú partarnir hava skrivað undir nýggjan sáttmála.
Fiskimannafelagið segði sáttmálan upp við kravið um hægri hýru og sátmálatryggjaðar frídagar á jólum.
Men nú samráðingarnar endaðu og partarnir skrivaðu undir nýggjan sáttmála, hendi tað óvanliga, at tað er ikki so mikið sum eitt komma flutt.
Sostatt samdust partarnir um at leingja sáttmálan eitt ár, fram til 1. desember 2010, púra óbroyttan.
Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, sigur, at ætlanin var at fáa hýruprosentið upp og at fáa frí á jólum, men har var onki at gera.
- Vit royndu, hvat vit kundu, men onki bar til, sigur hann.
Hann leggur afturat, at hóast Fiskimannafelagið hevði vildi hava onkrar broytingar, sum onki kostaðu, bar tað heldur ikki til.
- Men eg haldi, at tað er rætt at siga sáttmálan upp, tí vit eiga at royna at fáa ábøtur.
- Men tað er ein spurningur, hvussu stórt trýst, vit skulu leggja á reiðararnar, nú øll vinnan stendur at rapa, sum hann tekur til.
Viberg Sørensen sigur, at samráðingarnar vóru skjótar, tí reiðararnir gjørdu púra greitt, at tað kom ikki upp á tal at góðtaka ein sáttmála, sum legði enn størri útreiðslur á flotan, tí tað ber rætt og slætt ikki til, soleiðis sum tíðirnar eru nú.