Fiskiveiðiavtalan á javnbjóðis støði

Í dag hava føroyingar skrivað undir nýggja fiskiveiðiavtalu við russar, og fyri fyrstu ferð í nógv ár er avtalan komin á eitt javnbjóðis støði fyri føroyingar.

Ein stórur trupulleiki við fiskiveiðiavtaluni við russar hevur í mong ár verið, at russar hava fingið nógv størri virði í fiski, enn teir hava latið føroyingum. Men nú er javnvág komin í.
- Ja, vit hava undirskrivað nýggja fiskiveiðiavtalu við russar í gjár, og eg fegnist um, at javnvág nú er komin í avtaluna, sigur Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri.
Føroyingar fáa somu nøgdir frá russum sum í undanfarnum sáttmálum. Tað merkir, at føroyingar kunnu fiska 12.000 tons av toski í Barentshavinum umframt 1540 tons av hýsu, 900 tons av flatfiski og 1000 tons av rækjum.
Hinvegin lata føroyingar nú 8.000 tons av svartkjafti móti 87.500 tonsum framman undan. Hetta er ein minking á 79.500 tons. Aftur fyri fáa russar so 25.000 tons av makreli móti 13.500 tonsum í gomlu avtaluni, og royndarveiðan hækkar úr 250 tonsum upp í 500 tons.
- Eg haldi, at vit hesa ferð hava fingið eina avtalu, sum er javnbjóðis fyri báðar partar. Tað, at vit ikki hava kunnað latið meiri svartkjaft er av teirri einfaldu orsøk, at vit hava ikki meiri at lata. Afturfyri fáa russar so nakað meiri av makreli, sum eisini teir meta hevur eitt hægri virði enn svartkjafturin, sigur Jacob Vestergaard.
Hann heldur, at tað er komið okkum væl við, at vit hava hildið fast um kravið um størri lut av makrelkvotuni.
- Russar leggja líka í, um vit, ES og Noregi klandrast um makrelin, og hann kemur okkum væl við, nú vit so at siga ongan svartkjaft hava at lata í býti, sigur Jacob Vestergaard.