Menn tosaðu um dagin sum søguligan og lættan, men ásannaðu samstundis, at lagið verður ivaleyst eitt sindur øðrvísi, tá fiskivinnumálini koma á samráðiongarborðið.
Á tí fyrsta fundinum hugdu partarnir at fýra av teimum 35 kapitlunum í samráðingarskjølunum, og teir báðir fyrstu vórðu lagdir til viks, tí Ísland er við í EBS og innara marknaðinum. Hinir báðir snúðu seg um eitt nú fjølmiðlar, vísindi, rannsóknir og mentan.
Íslendski samráðingarleiðarin, uttanríkisráðharrin Össur Skarphéðinsson, segði, at íslendingar vilja fegnir sleppa at tosa um tey torføru málini t.v.s. fiskivinnuna og landbúnaðin fyrst.
-Vit eru til reiðar at fara undir teir truplastu kapitlarnar, og vit halda tað vera rætt at taka teir fyrst, tí tað er har, trupulleikarnir verða, segði hann við tíðindafólk aftan á tann fyrsta samráðingarfundin.
Stefan Füle, sum er kommiserur við ábyrgd av samráðingum við umsøkjaralond, viðgekk, at fiskivinnumálini verða tey truplu í samráðingunum við Ísland. Eygleiðarar vísa í hesum viðfangi á, at ósemjan um makrelkvotuna kann fáa ávirkan á samráðingarnar.