Bústaðartrupulleikar
Vestmanna:Fiskivinnuskúlin hevur sent vestmenningum bræv við áheitan um at hýsa næmingum skúlans eftir summarfrítíðina. Vestmenningar eru positivir.
?Vit frysta úti, sigur Fiskivinnuskúlin í skrivinum til vestmenningar, har heitt verður á fólk um at seta kamar, íbúð ella hús til taks til fiskivinnunæmingarnar, sum koma langvegis frá i skúla.
Sagt verður, at fleiri av teimum næmingum, sum longu eru á skúlanum, verða húsvillir eftir summarfrítíðina. Og teir, sum koma nýggir, hava heldur ikki betri í væntu. Tað kann so í ringasta føri gera, at onkur má gevast, og onnur ongantíð byrja, tí eingin bústaðarmøguleikar eru. Og tað er spell, halda tey á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna.
Og so kemur skúlin við einum hjartasuffi, sum líkasum mest líkist einum paradoksi.
?Vit tora ikki at hugsa um, hvussu støðan verður í 2005, tá ein nýggjur skúli vónandi stendur liðugur, sum er ætlaður til 100 næmingar, men kanska fara kommunan ella onnur í holt við eina varandi loysn til ta tíð, stendur millum annað í skrivinum, sum Fiskivinnuskúlin sendi vestmenningum herfyri.
Eyðun Leo, sum er umsitingar- og praktikkleiðari á Fiskivinnuskúlanum, sigur, at tey hava fingið eitt sindur av afturmeldingum, men at tað saktans kundi verið fleiri.
?Og einki gjørdi heldur, um tær vóru heilt ítøkiligar, sigur Eyðun Leo, sum visir á, at fólk vísa góðan vilja, men í fleiri førum geva tey ikki nakra heilt bindandi tilsøgn kortini.
Hann væntar tó, at hendan áheitanin fer at hjálpa, hóast hon kanska ikki beinaveg hevur loyst tann trupulleika, sum heilt givið verður eftir summarfrítíðina.
?Soleiðis er tað á hvørjum ári, sigur hann, men vit plaga at fáa herbergað teimum flestu kortini.
Men í ár verður so tann trupuleiki, at fimm av næmingunum, sum hava gingið á Fiskivinnuskúlanum og búð í einum húsum hjá kommununi, verða húsvillir eftir summarfrítíðina. Tá skulu húsini nevniliga brúkast til barnaansing, og so ber ikki til at búgva í teimum meira, vísir hann á.
Hjá teimum, sum búgva, har landfast er, ber til at koma og fara, hóast tað viðhvørt kann vera eitt sindur tvørligt. Men hjá øðrum, har sund er ímillum, ber hetta jú ikki so væl til, og tí er alneyðugt, at fólk fáa nakað at búgva í, um hugsast skal um at ganga á Fiskivinnuskúlanum, sigur Eyðun Leo.
Og so er her eitt paradoks eisini. Tað eru næminganrir úr Vágum, sum nú, undirsjóvartunnilin er komin, eru nógv verri fyri enn fyrr, tá siglt varð av Oyrargjógv til Vestmanna og lagt at beint undir skúlanum.
Nú skulu ey við bussi, sum steðgar í Kollfjarðaradali. So bíða tey og skifta buss, sum so koyrir tey til Vestmanna. Sama veg verður farið heimaftur. Umframt at tað nú eisini er dýrari hjá teimum at koma til og úr skúla.
Vanliga plagar tað at liggja um eina helvt til tveir triðingar av næmingunum á Fiskivinnuskúlanum, sum vilja hava okkurt at búgva í í Vestmanna, sigur Eyðun Leo.
Gunn Joensen, borgarstjóri í Vestmanna, er stødd uttanlands, og tað eydnaðis ikki, áðrenn blaðið fór til prentingar, at fáa at vita aðrastaðni frá, um Vestmanna Kommuna hevur í hyggju at gera nakað við hetta málið.