Fiskivinnunýskipanin ein vinnulig vanlukka

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur heldur fiskivinnunýskipanina vera eina vinnuliga vanlukku fyri Klaksvíkina.

- Faktatøl frá fiskivinnufyritøkum ì Klaksvìk vísa greitt, at fiskivinnunýskipanin er ein vinnulig vanlukka fyri Klaksvík. Ein vanlukka gjørd av sitandi samgongu. Ein vanlukka fyri eina fyritøku, sum í 100 ár hevur havt lívsneyðugan týdning fyri Klaksvík og eina fyritøku, sum allarhelst øll húsarhald í Klaksvík og fleiri runt Føroya land hava notið gott av, skrivar tingkvinnan fyri Fólkaflokkin í lesarabrævi.

Sambært henni, vísa roknskapartølini hjá JFK samtakinum greiðan samanhang millum verandi samgonguskeið, og niðurgongdina.

- Í 2016 var úrslitið 45 milliónir krónur, í 2017 var tað 23 milliónir, og í 2018 var tað ein millión. Hetta eru tøl frá stjóranum sjálvum. Hesi tøl tala sítt týðiliga og álvarsama mál, skrivar Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

Hon tekur dýran til, og vil vera við, at hetta er beinleiðis tilætlað hjá samgonguni.

- Hetta var júst meiningin hjá sitandi samgongu frá allarfyrsta degi hendan samgongan kom í eygað. At taka meir pening inn frá fólki og fyritøkum. Tað sýnist, sum tað var og er framvegis ætlanin at lensa og drena vinnuna fyri kapital, skrivar tingkvinnan.

Sí lesarabrævið hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur í fullum líki her