Fiskivinnuráð eftirlýsir argument

Fiskivinnuráðið, ið við lóg er sett í verðina fyri at ráðgeva landsstýrismannin í fiskivinnumálum, eftirlýsir aftur í ár grundgevingar fyri at býta makrelin og norðhavssildina eftir tí leisti, sum landsstýrismaðurin leggur upp til.

Hóast Fiskivinnuráðið fegnast um, at nýggjar meginreglur eru orðaðar í samband við býti av makreli og norðhavssild, so eru hesar langt frá nøktandi, staðfestir Fiskivinnuráðið:

- Atlitini hava ivasamt virði, tí eingin ”vekt” er fyri einstøku meginreglunum. Tað sæst ikki í tekstinum ella uppritinum, hvussu nógv einstøku atlitini viga í avgerðini um, hví til dømis einstøku bólkarnir fáa ásettu tonsini av ávíkavist norðhavssild og makreli.

Fiskivinnuráðið metir, at atlit til søgulig rættindi, effektivitetur og prísur eru atlit, sum eiga at verað tikin við í býtið av heildarkvotunum.

- Tí sóknast ráðið eftir, at uppritið viðgerð hesi atlit, herundir um tey hava verið nýtt, og/ella í hvønn mun tey eiga at verða nýtt, sigur Fiskivinnuráðið.

Fiskivinnuráðið, sum umboðar ymsu bólkarnar í fiskivinnuni á sjógvi og landi, stuðlar yvirskipað landsstýrismanninum í at áseta Føroyum egnar kvotur av makreli og norðhavssild.

Men eisini her mangla argumentini, metir Fiskivinnuráðið.

- Fiskivinnuráðið sóknast eftir nærri viðgerð og lýsing av, hvat ásettu heildarkvoturnar verða grundaðar á. Harumframt sóknast Fiskivinnuráðið eftir lýsing av, hvørjar avleiðingar kunnu verða av møguligum revsitiltøkum, og hvønn hesi kunnu hugsast at raka.

Lógaruppskotið, ið skipar fiskiskapin eftir makreli og norðhavssild í summar, kemur til 1. viðgerð í løgtinginum ídag. Lógaruppskotið heimilar millum annað at krevja inn gjøld fyri fiskiskapin.

Sjálvar kvoturnar verða býttar millum skipabólkarnar við kunngerð.