Amerikonsk kanning vísir, at børn við 1-diabetes ikki so lætt gerast sjúk av sukursjúku, um tey eta omega 3-feittsevjur Ein amerikonsk kanning vísir, at børn við typu 1-diabetes, sum er arvalig, minka um vandan fyri at fáa sukursjúku við 55%, um tey eta omega 3-feittsevjur.
Tilsamans 1.779 amerikonsk børn í vandabólkinum vóru við í kanningini, og nógv færri av teimum, sum hava etið tran, fingu sjúkuna enn tey, ið ikki ótu tran.