Fitt av vindi í kvøld

Nú siga veðurforsøgnirnar, at vit kunnu vænta fitt av vindi longu í kvøld.

Aftaná nakrar dagar uttan stórvegis av vindi kunnu vit nú vænta nakrar illfýsnar dagar. Tí longu í kvøld verður fitt av vindi kring landið. Nú seinnapartin í dag veksur hann vindin til 8 - 13 m/s av landsynningi, og í nátt veksur hann enn meira upp í skrið, 13 - 18 m/s. Skíggjað og regn. 

 

Í morgin verður eisini fitt av vindi, 10 - 15 m/s, og um náttina veksur aftur upp í skrið, 18 m/s av útsynningi. Skíggjað og regn í morgin, tó tað klárnar út á seinnapartin.

 

Hósdagin verður somuleiðis 13 - 18 m/s av suðri og landsynningi, sum seinni minkar til 8 - 13 m/s. Um dagin verður nakað av sól, tó seinnapartin kemur regn av og á. Um náttina minkar vindurin enn meira, til 2 - 7 m/s. Skíggjað við ælum. 

 

Hesar dagar verður tó ikki kalt. DMI sigur í nýggjastu forsøgnini, at tað verður millum 5 og 10 stig allar dagarnar.