Fitt av vindi í morgin

Nú siga veðurfrøðingarnir, at nógvi vindurin, sum skuldi koma hósdagin, heldur kemur í annaðkvøld.

Í dag verður gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 - 10 m/s, í nátt og í kvøld verður veksurin vindurin til stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 - 15 m/s. Tað verður skýggjað og tað fer at regna í støðum. Hitin alt samdøgrið millum 4 og 9 stig. 

 

 

Í morgin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 - 15 m/s. Seinni um kvøldið og náttina veksur tað til 18 m/s. Tað verður skýggjað og regn, men um náttina klárnar av suðri og hitin verður alt samdøgrið millum 5 og 10 stig. 

 

 

Hósdagin sigur DMI frá andøvsguli upp í ein strúk av suðri og útsynningi, 8 - 13 m/s, sum snarar í ein landsynningi sinni upp á dagin, og vindurin minkar til 5 - 10 m/s. Tað verða løtur við sól, og seinni verður regn eisini. Um náttina minkar vindurin enn meira til 2 - 7 m/s av landsynningi og eystri. Tað verður skiftandi skýloft og einstøk æl. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 10 stig. 

 

 

Fríggjadagin verður lot til andøvsgul av eystri, 2 - 7 m/s, men seinni veksur hann vindin til 10 - 15 m/s, og um náttina snarar hann í ein útnyrðing og tað minkar til 2 - 7 m/s. Skiftandi skýloft við ælum. Hitin millum 4 og 7 stig um dagin og um náttina millum frostmarki og 4 stig.