Mánamorgun er ein deiligur morgun, altíð. Endiliga ein nýborin arbeiðsvika eftir ein laaaaaaaaaaaaaaaangan og reyvkeðiligan steindeyðan sunnudag.
Endiliga aftur til verka til frama fyri óupplýsta fólkaræðið.
Mánamorgunin 2.mai 2011 var sjálvandi eisini ein deiligur mánamorgun. Og hjá mær bleiv hann nógv, nógv betri klokkan fimm. Tá tendraði eg sum morgunvant fyri Norðmanninum fyri at hoyra tíðindi. Og tíðindi vóru, ja, ikki eiti á tíðindum. Ein hálvur nekari hoyrdist errin reypa sær av at hava dripið ein heilan arabara.
In the best american way hevði Obama boðað til tíðindafundar at kunngera, at hann hevði dripið Osama.
Hygg, hatta er ektað amerikanskt. Hatta dámar okkum. Hatta er rætti mátin. Rambo, Hiroshima, May Lai, Charles Manson, George W.Bush the younger, Dalton beiggjarnir, Obama. Rættir menn, sum skjóta fyrst og spyrja øll uttan Gud aftaná. Reypa sær av at hava dripið.
So hugaligt eisini, at amerikanska sannleiksmaskinan longu var farin á rull klokkan fimm ein nývaknaðan mánamorgunin í Havn. Væl smurd sum altíð, maskinan, sum spýtti úr sær gleðiboðskapin um dráp.
Og at allir fjølmiðlar endurgeva sannleikan uttan at spyrja býtt. Tann, sum spyr, er konspirasjónsbýttlingur.
Sjálvandi passar tað, tá Obama sjálvur sigur tað. Hann sá saman við Hillary og øðrum góðum krígsveteranum avrættingarnar live.
Men, eg noyðist kortini í allari gleðini at viðganga, at eg eri vónsvikin. Ikki sørt vónsvikin og ørkymlaður.
Teir eru viknaðir, amerikanararnir. Kynisman er ikki so kynisk longur.
Var hetta í teimum gomlu, góðu døgunum, so fingu vit myndir av tannkremsskyggandi Obama, har hann stendur við kovboystivlanum á soraðu bringuni á Osama, áðrenn líkið varð sparkað á sjógv.
Fyrr fírdu rættir brosandi juessmenn ikki fyri at lata seg avmynda sama við nekarum, sum teir settu eld á fyrst og síðani slongdu upp í eitt træ at hanga.
Ella við einum avkvettum vjetnamiskum heysi í hvørjari hondini og einari joint í kjaftinum.
Allar alvápnaðu FBI hetjurnar á svørtu og hvítu myndini saman við sundurskotnu Bonnie og Clyde.
Men Obama, nei, hann er ov linur. Hatta torir hann ikki. USA hevur brúk fyri einum forseta, sum hevur nossu. Sum torir at halda rimmarfast í uppbyggjandi wild west mentanina. Hon byggir land. Virða landamørk, my ass. USA er frælsi uttan landamørk.
Tað er frálíkt, at Osama, óvápnaðar, varð skotin, ja, um tað so var í bakið, uttan rættargongd og dóm. Tað hevði tikið alt ov langa tíð. Og Osama hevði fingið deyðadóm kortini.
Men hví ikki geva okkum øllum lut í stóru gleðini og síggja dripna fanan.
Tíverri vóru eingi børn í borgini hjá Osama. At skjóta børn er ein sergrein hjá servandum amerikonskum hermonnum, sum verja okkara frælsi og fólkaræði í øðrum londum.
Kom nú við hasum myndunum, Obama. Vit vita, tú hevur tær í telduni.
Ignorantarnir siga amerikonsk imperialisma. Tey vita ikki betur. Eg sigi amerikonsk krossferð. Amerikanarar eru í arabaralandi og langtburturistan fyri at bjarga okkum undan heidningum og kamelfjepparum.
1.mai verður ikki longur arbeiðaradagurin, men dagurin, tá Osama Bin Laden varð sendur express til helvitis. Hann fekk eina váta grøv.
Áðrenn nakar yvirgangskroppur hevur fingið fingurin út og hevnt deyða Osamas, hevur Jollywood gjørt fyrsta filmin um manndómsbragdið. John Wayne spælir átaksleiðaran og Eddie Murphy Obama.
Obama ber ikki longur upp á rím við Osama. Fiveone er dagurin. But don´t forget Pearl Harbour and nineeleven.