Árliga vórkonsertin hjá kórinum í Fríðrikskirkjuni verður í dag, leygardagin kl 17. Skráin er fjørlbroytt: heilt frá kórverki av Francois Coupertin, eini rættuliga krevjandi motett av týska tónaskaldinum Hugo Distler fyri ikki at tala um ta so undurføgru russisku Ave Maria, skrivað av Sergei Rachmaninov.
Eisini verður høvi at hoyra eina hugtakandi Kyrie úr fronsku messuni: Messe Basse fyri kór og sopran-solo, skrivað av Gabriel Fauré, har Eyðbjørg Hansen er solistur ? hetta umframt sálmar, merktir av teirri páskahøgtíð, ið nú fer at stunda til.
Í støðum syngur kirkjukórið a capella, aðrastaðni verður sangurin stuðlaður av fylgispæli, og høvi verður við konsertina eisini at hoyra kamarmusikk spældan á instrument sum floytu, violin, cello og cembalo.
Kórleiðari er Mikael Jóhan Heinesen.