Fjølbroyttur og øðrvísi Øssur

Óli Poulsen hugleiddi og Anders Lund Madsen hugdi framvið, tá Øssur Johannesen hevði fernisering í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Ein spennandi og fjølbroytt framsýning frá einum øðrvísi listamanni

Høvuðspersónurin sjálvur, Øssur Johannesen, var ikki til staðar, tá fernisering var í Føroyahúsinum á Vesterbrogade í Keypmannahavn fyri viku síðani. Tað vóru mong onnur hinvegin, millum annað kendi danski sjónvarpsverturin Anders Lund Madsen. Hann stóð og bíðaði við glasportrið á Vesterbrogade, áðrenn dyrnar vórðu latnar upp og framsýningin kundu byrja. Hvørji hansara ørindi vóru, venda vit aftur til.
Tað var Marianna Andreassen, forkvinna í Føroyska Listafelagnum, ið bjóðaði vælkomin, áðrenn kendi føroyski tónleikaframleiðarin Óli Poulsen hugleiddi um vinmannin Øssur Johannesen, ið er ein maður, sum ikki hevur havt tað lætt. Hetta gjørdi Óli bæði seriøst og vakurt, uttan at pakka nakað inn, eins og Øssur vil hava tað.
Øssur hevur síðani hann var smádrongur teknað, málað og spælt tónleik, og sum 23 ára gamal hevði hann sína fyrstu framsýning.
Men Øssur er sálarliga sjúkur. Tað tyngir hann og ger, at hann ofta hevur trupult at vera millum fólk. Tí var hann heldur ikki til ferniseringina sunnudagin. Óli Poulsen greiddi frá hesum, og tosaði um at vera í myrkrinum, og trupulleikarnir við at flyta seg í ljósið.
Tað sæst eisini aftur í listini hjá Øssur, sum í stóran mun lýsir hvat hann sjálvur sær, saknar og følir. Afturvendandi evni eru lív, deyði, demonir, kríggj og kristus. Motivini eru rá, erlig og kompromisleys.
Hetta var nakað av tí, Anders Lund Madsen slapp at uppliva á veggunum í Føroyahúsinum. Anders hitti Øssur á Hvidovre Hospital herfyri, tá Øssur varð innlagdur á psykiatriskari deild. Anders vitjaði har, tí hann fyri kortum vann eina millión í sjónvarpskappingini »Hvem vil være millionær?« saman við beiggja sínum Peter Lund Madsen, ið er heilagranskari. Teir hava latið vinningin til samtakið ODA, ið fevnir um OCD-foreningen, DepressionsForeningen og Angstforeningen, og tað var í tí sambandi, at Anders var á Hvidovre Hospital. Hann vildi nevniliga vita, hvat pengarnir, sum hann lat saman við beiggjanum, vórðu brúktir til.
Á Hvidovre Hospital koma Øssur og Anders báðir í prát, sum endaði við, at Anders ynskti at gera nakrar samrøður við føroyska listamannin. Hesar upptøkur skulu brúkast í einum dokumentarfilmi, ið Anders ger fyri DR um Hvidovre Hospital.
Og tí var tað, at Anders Lund Madsen eisini vitjaði framsýningina hjá Øssur í Føroyahúsinum sunnudagin. Ein framsýning, ið fevnir um oljumálningar, portrett-tekningar og prent frá linoleumútskeringum, og sum hevur opið til 30. januar 2014.
Tað er Edmund Sofus Jacobsen, sum hevur samskipað framsýningina við góðari hjálp frá mammu Øssur, Begga Johannesen. Og sambært Edmundi eru tað ikki einans føroyingar, men eisini danir og danskir fjølmiðlar, sum hava víst framsýningini ans – millum annað Danmarks Radio og Vesterbro Lokal TV.