Sitandi á síðulinjuni úti í heimi í Hamborg, fái eg bløðini dagliga sendandi. Lætt er at fylgja við, bløðini eru lítið meira enn daggomul, tá tey liggja á borðinum. Eri eg enn meira forvitin, so kann eg altíð fara út á nótina, og tá fái eg blaðtíðindini, so skjótt tey eru skrivaði. Onkuntíð latið eg heimasíðuna hjá Hans Blåsvær, einum teldusnillingi í Havn, upp. Har ber til at hoyra útvarpið, eins og týðuliga og gekk tú í heimbygdini hjá gamla útvarpsmanninun Ívari úr Kvívík og hevði eitt lummalurt uppi á tær.
Og sitandi á síðulinjuni úti í heimi, so streyma tíðindini heiman ímóti mær, og hóast føroyingur um ein háls, so kennast tey so fremmand. Tað riggar als ikki at hoyra SEV lýsa við streymsliti til Kunoyar, her millum gomlu kirkjurnar í Hamburg. Tí útisetin er júst fremmandafuglurin. Tá hann legði til brots út í heim, so óttaðist hann alt tað fremmanda har úti. Tá hann hevði vant seg við lívið úti í heimi, so kendist lívið heima fremmant. Hann er vorðin tvífalt fremmandur og veit ikki rættuliga, hvar hann hoyrir heima.
Men tað kann eisini vera ein fyrimunur, tí tá er tú ikki so bundin av trongskygninum, sum mangan ræður í lítlum samfeløgum. Bløðini eru fylt við tjakinum um Hvítubók, loysing ella ikki loysing. Sætt uttaneftir, eitt sakligt og gott orðaskifti um eitt sera týdningarmikið mál. Tað er ikki torført hjá okkum at fylgja við, hvat hendir heima, nú fjølmiðlarnir hava so lætt við at sleppa út um landoddarnar.
Eg undrist ikki á føroyska tjakið um framtíðarstøðu Føroya í United Kingdom of Denmark. Tó órógvar danska støðan nógv meira. Fyrr í vikuni varð fólkatingið sett. Forsætisráðharrin Poul Nyrup segði millum annað um Føroyar, at valdu Føroyar at taka seg burtur úr ríkisfelagsskapinum, so fór hetta at fáa búskaparligar avleiðingar fyri føroyingar. Hetta er nøkulunda sama støða, sum tey ið ganga móti fullveldisætlanini hava heima í Føroyum..
Men her er okkurt, sum ikki ruggar rætt. Hvussu ber tað til, at eitt land vil venda einum parti av landinum bakið, tí tað hevur ynski um at gerast meira sjálvbjargið. Eg royni at seta hetta roknistykkið upp, sum tað var ein partur av mínum gerandisdegi, men eg fái tað framvegis ikki at passa, og eitt landshúsarhald verður ofta samanborið við eitt vanligt húsarhald. Um vit nú taka dømi, at vit eiga ein hálvvaksnan son, sum megnar sjálvur at vinna helvtina av tí peningi, sum hann tørvar. Ein dagin kemur hann til mín og sigur, at nú er hann ikki so bundin av okkum foreldrum longur, tí nú hevur hann fingið bjóðað nýtt arbeiði eftir skúlatíð, og nú megnar hann sjálvur at vinna 75 prosent at tí peningi, honum tørvar. Skulu vit nú sum foreldur svara honum, at hetta ganga vit als ikki við til. Vil hann verða sjálvbjargin, so má hann læra at standa á egnum beinum. Vit gevast við at stuðla honum fíggjarliga beinanvegin, hann skal bara vága sær at koma her og halda seg vera. Skuldu vit ikki heldur fegnast um hansara vilja at gerast sjálvbjargin og hjálpt honum alt tað við megnaðu.
Men so trokar ivin seg fram aftur. Skulu vit stuðla teimum, sum vilja vera sjálvbjargin. Og aftur hesuferð er tað suðuroyarsiglingin, sum birtir undir ivan. Heilt síðan Smyril kom til landið, hevur stríð tikið seg upp um ferðaætlanina hjá Smyrli. Hetta er afturvendandi á hvørjum ári. Mannagongdin er eisini tann sama. Strandferðslan kemur við eini ferðaætlan, hendan vekir Hendrik Old og hinar suðuroyarløgtingsmenninar, og teir gera so ársins politiska gerning í bløðunum. Eina viku um árið umboða teir fjara valdømið, sum teir einaferð í fyrndini vóru valdir í, landsstýrið kemur uppí málið og politikkararnir fáa sín vilja.
Síðan einaferð fyrst í hesi øldini er eitt tok farið av høvuðsjarnbreytini um tvey tíðina seinnapart í Hamburg. Tokið stevnir fram móti París. Soleiðis hevur tað verið øll árini uttan nakra broyting. Teinurin til Suðuroyar er næstan óbroyttur seinastu mongu túsund árini. Smyril hevur nú verið tann sami seinasta mannsaldurin, men ferðaætlanin, hon má elva til stríð fyri at halda
politikarar virknar á sama hátt, sum kommunurnar halda ungum til í árliga tiltakimum, "Ung í arbeiði".
Jústines Eidesgaard, Hamborg