Talan er um fotomyndir frá norðurlendskum bløðum, sum verða lýstar við norskum teksti.
Fotoframsýningin fylgir við skeiðum um foto og design, sum Nordisk Journalistcenter í Århus skipar fyri í sonevndu nærøkjunum og nú eisini í Føroyum.
Norðurlendska deildin av altjóða felagsskapinum Society for News Design (SND) hevur tikið stig til framsýningina. Upprunin var samstarv undir heitinum »State of the Nation« millum níggju tey størstu norðurlendsku tíðindabløðini. Kappingarneytar sum Dagbladet og VG í Noregi, Jyllands Posten og Politiken í Danmark, sum tó í dag samstarva, løgdu dagligu kappingina niður. Seks vikur um aldarskiftið lótu bløðini pressumyndir til felags nýtslu og síðani til frmasýningina, sum lat upp í Reykjavík í sambandi við SND ráðstevnu í fyrrárið.
Fleiri enn hundrað blaðsíður spurdust burtur úr samstarvinum. Framsýningin er partur av hesum hundrað síðunum. Evnið er gerandislívið, so sum tað er í Norðanlondum. Tilsamans 30 fotografar luttóku hvør við sínum undirevnið, so sum náttúra, átrúnaður, ungdómur og tilflytarar. Framsýningin vísir okkum eitt sjáldsamt innlit í dagligdag og arbeiði hjá pressufotografum í Norðanlondum.
Tey níggju norðurlendsku bløðini, um við eru í framsýningini eru: Aamulehti og Vasabladet úr Finlandi, Morgunblaðið úr Íslandi, Dagbladet og VG úr Noregi, Aftonbladet og Dagens Nyheter úr Svøríki og Politiken og Jyllands-Posten úr Danmark.
Innan framsýningin letur upp í Føroyum, hevur Nordis Journalistcenter sýnt hana fram í Kaunas í Litava og í Sankta Pætursborg í Russlandi.
Framsýningin er opin í Norðurlandahúsinum til og við sunnudagin 8. desember.