Í dag verður FM kappróður á Varmakeldustevnu, sum hetta vikuskiftið er í Fuglafirði. Talan er um fjórðu FM kappingina í ár. Fyrsta skotið í barnaróðrinum verður latið av klokkan 13, og farið verður undir hinar kappingarnar klokkan 15.
Í trimum teimum fyrstu FM kappingunum í ár hava tríggir bátar vunnið hvørja ferð: 6-mannafarið Riddarin við monnum, 8-mannafarið Argjabáturin og 10-mannafarið Klaksvíkingur.
Meðan Riddarin og Klaksvíkingur hava vunnið alt meiri sannførandi sigrar, so er munurin frá Argjabátinum og aftur til Ørv støðugt minkaður. Tølini siga, at tað í kappingini millum 8-mannaførini er lagt upp til ógvuliga tætta kapping millum argjamenn og havnarmenn.
Í Fuglafirði verður kappast á fýra róðrarteinum: barnaróðurin er á 500 metrum, 6-mannaførini við monnum og 8-mannaførini rógva 1500 metrar, 10-mannaførini kappast á 2000 metrum, og í hinum kappingunum er málið 1000 metrar.
Róðrarlíkindini eru hampulig í Fuglafirði. Hann er landsynningur, vindferðin er 6-9 metrar um sekundið, hitastigini eru 9, og tað er skýggjað loft.
Tað er undan á róðrarteininum, og tí er møguleiki fyri góðum tíðum í varmakelduróðrinum.
KLOKKAN 13
Barnaróður gentur
05 Firvaldur
06 Pílur
07 Blikur
08 Hulda
09 Tambar
10 Ørnin
11 Royndin Fríða
12 Jallurin
13 Havfrúgvin
Barnaróður dreingir
05 Junkarin
06 Havfrúgvin
07 Frúgvin
08 Spógvin
09 Firvaldur
10 Fípan Fagra
11 Tambar
12 Silja
KLOKKAN 15
5-mannafør dreingir
02 Sandingur
03 Svanur
04 Pílur
05 Fípan Fagra
06 Sílið
07 Drekin
08 Jallurin
09 Blikur
10 Royndin Fríða
11 Erla Kongsdóttir
12 Frúgvin
13 Havfrúgvin
14 Teistin
15 Firvaldur
16 Tjógvin
6-mannafør kvinnur
08 Hvessingur
09 Gongurólvur
10 Jarnbardur
5-mannafør kvinnur
06 Teistin
07 Blikur
08 Junkarin
09 Jallurin
10 Beinta
11 Falkur
Old Girls
08 Lómur
09 Rádni
10 Herningur
5-mannafør gentur
06 Teistin
07 Erla Kongsdóttir
08 Spógvin
09 Hvassi
10 Beinta
11 Sílið
6-mannafør menn
06 Tvørabáturin
07 Skúgvur
08 Lómur
09 Riddarin
10 Smyril
11 Gongurólvur
12 Húsfrúgvin
8-mannafør
07 Nevið Reyða
08 Ørvur
09 Argjabáturin
10 Miðvingur
11 Kvívíkingur
10-mannafør
08 Vestmenningur
09 Klaksvíkingur
10 Hoyvíkingur