Fótbóltur
At liðini ikki verða styrkismett, samstundis um onkrar sensatiónir longu hava verið at sæð í kappingini, hevur við sær, at tað nú bert eru seks Vodafone-lið eftir í kappingini.
Á pappírinum er talan um greiðan favoritt við Margáir, har FC Hoyvík kemur á rimmar uppgávu móti verjandi steypavinnarunum, meðan í aðrar mátar tykjast uppgerðirnar víðopnar.
TB hevur longu sent B36 úr kappingini, og teir skulu royna at endurtaka tað kynstrið, nú AB kemur á vitjan.
Í hinum báðum uppgerðunum eru tað Vodafone-lið, sum eru á vøllinum, og í báðum førum bendir pappírið á sera spennandi uppgerðir.
Dystirnir í kvøld skulu avgerast. Stendur á jøvnum eftir vanliga leiktíð, verða 30 minuttir lagdir afturat, og um neyðugt verður avgjørt við brotssparkskapping.
Dystur Dómari
EB/S-FC Hoyvík Petur Reinert
TB-AB Rúni Gaardbo
07 Vestur-ÍF Lars Müller
Víkingur-HB Eiler Rasmussen