Fjallafípan fjálg og heimlig

Leygardagin var móttøka í útibarnagarðinum, Fjallafípuni í Klaksvík, í samband við, at stovnurin alment varð tikin í nýtslu. Fyrstu børnini byrjaðu í barnagarðinum fyri góðum mánaða síðan. Í røðu sínari, frøddist Jóhanna West, leiðari, um góðu umstøðurnar og umhvørvið, ið barnagarðurin hevur at virka undir

Dagurin í dag er ein stór løta hjá okkum øllum, ið hava staðið á bíðilista í langa tíð, segði Eyðgunn Samuelsen, formaður í sosialu nevnd hjá Klaksvíkar Býráð, tá hon helt røðu við móttøkuna í Fjallafípuni leygardagin.
            Við hesum vísti hon á, at ikki bara børn og foreldur hava bíðað, men sanniliga eisini tey, ið stríðst hava fyri at útvega fleiri ansingarpláss í kommununi.
            Á hugnaligu samkomuni, har eisini høvi var at fáa sær ábit, vórðu fleiri røður hildnar.
            Fyrstur var Finn Johannesen, formaður í nevndini fyri ferðavinnuna í Norðoyggjum. Hann handaði borgarstjóranum, Steinbjørn Jacobsen, lyklarnar til húsið og ynskti hjartaliga tillukku við útibargarðinum.
            Tað er ferðavinnan í Norðoyggjum, sum eigur húsið, har nú 40 børn hava fingið ansingarpláss.       
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Børnini dýrasta ogn
Børnini eru okkara dýrasta ogn, segði borgarstjórin, Steinbjørn Jacobsen. Tey eru framtíðin; tí er umráðandi, at vit fara væl um tey og geva teimum tað besta.
            Og ikki kann sigast annað enn, at Fjallafípan er eitt gott stað hjá børnum at vera.
            Rúmini eru heimlig og fjálg. Uttandura, beint fyri fótunum, liggur Guds órørda náttúra, besta spælipláss børn kunnu hugsa sær.
            Men enn er bíðilistin eftir barnaansingarplássum hjá Klaksvíkar Kommunu ikki komin til lívs. Fyri at minka um tørvin við 20 børnum aftrat, er ætlanin at byggja suðurúr bygninginum undir Hamarsenda, har Fjallafípan búleikast.
            Í løtuni eru 70 børn á bíðilista; tað er ein stór minking síðan ár 2000, tá bíðilistin lá omanfyri 200.