Fjarhitafelagið er liðugt við íbindingina til Landssjúkrahúsið

Ferðslan kann nú aftur koyra ótarnað á Frælsinum, eftir at Fjarhitafelagið er liðugt at leggja fjarhitarørini til Landssjúkrahúsið, sum ætlandi verður bundið í fjarhitaskipanina í summar

Fjarhitafelagið er nú liðugt við arbeiðið at leggja fjarhitarørini, ið ganga frá Fróðskaparsetrinum á Frælsinum oman á Landssjúkrahúsið. Vegurin er asfalteraður, og ferðslan kan sostatt aftur koyra ótarnað á Fræslinum.

 

Fjarhitafelagið fór undir arbeiðið tíðliga í fjør heyst. Íbindingin til Landssjúkrahúsið strekkir seg 600 metrar frá høvuðsleiðingini, har Fróðskaparsetrið á Frælsinum er bundið í fjarhitaskipanina, oman til Landssjúkrahúsið.

 

- Arbeiðið hevur samanumtikið gingið væl, hóast vit onkuntíð hava verið hindrað av kulda og illveðri í vetur. Nú skal Landssjúkrahúsið so gera innanhýsis arbeiði á sjúkrahúsinum liðugt, áðrenn vit kunnu skrúva fjarhitan frá, sigur Eirikur Mørkøre, stjóri í Fjarhitafelagnum.

 

Landssjúkrahúsið verður størsti brúkarin hjá Fjarhitafelagnum. 25 bygningar á Landssjúkrahúsinum skulu hitast við fjarhita, og talan er um eina gólvvídd á tilsamans 50.000 fermetrar. Harvið lækkar nýtslan av gassolju á Landssjúkrahúsinum umleið 78 prosent, og árliga CO2-útlátið minkar gott og væl 2.300 tons.

 

Landssjúkrahúsið verður eftir ætlan bundið í fjarhitaskipanina í summar.