Nettosølan hjá Fjarhitafelagnum í fjør var 21,1 milliónir krónur í mun til 22,5 árið fyri. Framleiðslukostnaðurin var 8,3 milliónir krónur í mun til 8,9 árið fyri. Bruttovinningurin var soleiðis 12,9 milliónir krónur í mun til 13,6 ári fyri. Men starvsfólkakostnaðurin var munandi lakari í fjør enn í 2019. Í fjør var starvsfólkakostnaðurin 1,9 milliónir krónur, meðan hann í 2019 var 3,4 milliónir krónur.
Ársúrslitið gjørdist soleiðis eitt hall upp á 1,95 milliónir krónur í mun til hálva millión í yvirskoti í 2019.
Partapeningurin er 5,5 milliónir krónur, sum SEV og Tórshavnar kommuna eiga helvt um helvt.
Fjarhitafelagið skrivar í ársfrásøgnini, at í 2020 var sølan av fjarhita samanlagt 33,3 GWh, til samanberingar var sølan í 2019 30,1 GWh.
Felagið skrivar, at 2020 var nógv ávirkað av høgari oljunýtslu, m. a. tí at fleiri stórir brúkarar eru komnir í skipanina, umframt at vit høvdu ein harðan vetur við nógvum kulda. Ætlanin var, at í seinnu helvt av 2020 skuldi Sundsverkið aftur verða knýtt í fjarhitaskipanina, men hetta helt ikki.
Í 2020 eru íløgur í anleggi liðugtgjørdar fyri góar 17,4 milliónir krónur. Harumframt eru arbeiði í gerð upp á góðar 28 milliónir krónur ultimo 2020, m.a .a er nýggj fjarhitaleiðing løgd í Landavegin, Blómubrekku, til Mark, Undir Kongavarða og Úti á Fløtum. Nakað av arbeiði er gjørt við Karlamagnusarbreyt og í sambandi við nýggju fyribilsstøðina á Sundi.
Fjarhitafelagið hevur í roknskaprárinum havt seks fólk í starvi. Harafturat hevur verið neyðugt í ávísan mun at keypa arbeiðsmegi uttanhýsis.
– Hildið verður fram á grønu leiðini, sum eigararnir og nevndin hava avgjørt, við at knýta vesturbýin og Argir í skipanina hjá Fjarhitafelagnum. Í 2021 heldur arbeiðið fram við at leggja fjarhitaleiðing í Landavegin frá Vesturkirkjuni oman til gamla kirkjugarð og niðan til Finsen. Arbeiðið við at leggja fjarhitaleiðing til nýggju løgreglustøðina heldur fram. Somuleiðis á Hálsi, har eisini aðrir stórir bygningar koma upp í fjarhitaskipanina, skrivar Fjarhitafelagið í ársroknskapinum.
Eginognin hjá Fjarhitafelagnum er 61 milliónir krónur.
Stjóri í Fjarheitafelagnum er Hans Christian Dam.
Nevndarformaður er Tróndur Sigurðsson.
Hinir nevndarlimirnir eru:
Bjørg Dam
Gunnvør Balle
Hákun Djurhuus
Herluf Suni Jacobsen
Poul Djurhuus Klementsen