Sev og Fjarhitafelagið í Havn skulu leggjast saman í eitt felag!
Tað heldur Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskiparnevndini í Tórshavnar býráð
Hann heldur, at í hesum døgum, tá i stórur dentur verður lagdur á burðardygga og grøna orku, er eisini umráðandi, at vísa í verki, at nakað býr aftanfyri, heldur hann.
Hann staðfestir, at tað hevur leingi verið tosað um, at bæði Fjarhitafelagið, og SEV skulu byggja nýtt høvuðsæti.
- Tá ið tvey feløg, sum hava so nógv til felags, ætla at byggja, haldi eg, at tað er sjálvsagt, at tey byggja eitt felags høvuðssæti, sigur Tróndur Sigurðsson.
Og hann heldur, at stigið eigur eisini at verða tikið fult út, so at SEV og Fjarhitafelagið, verða løgd saman í eitt felag.
- Her kemur eisini grøna orkan inn í myndina. Avlopsorkan frá vindmyllulundini í Húsahaga skal goymast í stórum tangum og brúkast til kervið hjá Fjarhitafelagnum. Men løgdu vit alt saman, hevði tað styrkt bæði feløgini, fakliga.
Og Tróndur Sigurðsson heldur, at Tórshavnar býráð eigur at hava ein virknan leiklut í hesum máli. Tórshavnar kommuna eigur helvtina av Fjarhitafelagnum og SEV eigur hina helvtina, og samstundis er Tórshavnar kommuna nógv størsti eigarin.
- Høvdu vit lagt SEV og Fjarhitafelagið saman, høvdu vit gagnnýtt og styrkt bæði feløgini í sambandi við útbýggingar og menningina av varandi orku frameftir.
- Ein samanlegging hevði eisini verið ein stórur fyrimunur fyri brúkaran, tí tað verður brúkarin, sum skal rinda einar 35 milliónir krónur til nýtt høvuðssæti til Fjarhiutafelagið, og 40-50 milliónir krónur til eitt nýtt høvuðsæti til SEV.
Tróndur Sigurðsson skjýtur eisini upp, at tað nýggja, felags høvuðssætið verður bygt við Stórutjørn í Hoyvík.
- Har liggur eitt høvuðsæti væl. Skálafjarðartunnilin er beint við, og samstundis liggja leiðingarnar frá fjarhitafelagnum og SEV tætt við, umframt at tað er stutt til Sundsverkið.
- Við einum felags høvuðssæti, høvdu SEV og Fjarhitafelagið havt eina góða vitanarmiðstøð, sum væl hevði verið før fyri at framtíðartryggja orkuveitingina.
- Verður alt á einum stað, høvdu vit havt ein stóran og sterkan felagsskap, ið hevði megnað at tikið størri tøk á orkuøkinum, og tað hevði verið ein fyrimunur fyri allar partar.
Tróndur Sigurðsson staðfestur, at nógv avlopsorka verður at fáa frá nýggja verkinum hjá SEV á Sundi, og harafturat kemur so avlopsorkan, frá vindmyllunum.
- Tí er tað eitt sindur øvugt, skuldu allir fyrimunirnir, vit hava vunnið við at hugsað grønt, verið oyðslaðir burtur til íløgur í tvey høvuðssæti fyri kanska 70-80 milliónir krónur, har vit áttu at sloppið við eini stórari helvt, verður alt varð lagt saman og bygt á einum stað.
- Skulu vit duga at gagnnýta grønu orkuna betur í Føroyum, eiga vit eisini at gagnnýta teir fíggjarligu fyrimunir, vit fáa burtur úr henni. Til tað endamálið er best at leggja SEV og Fjarhitafelagið saman, so vit eisini vísa, at vit hava grønt fíggjarligt skil, sigur Tróndur Sigurðsson.