Fjeppararnir áttu avgerandi leiklut

Jákup á Borg hevur ikki orð fyri, hvussu stóran týdning stuðlarnir kring vøllin høvdu, tá ið tað eydnaðist at vinna fulla úrtøku í Sørvági

Lagið er framúr í B68 leguni í Sørvági. Toftamenn rigga til at fara til hús aftur, og í viðførinum hava teir 1-0 sigur. Tað kann fara at vísa seg, at hesin sigurin verður heilt avgerandi í kappingini um at sleppa undan at flyta niður.

 

Í vikuni hevði B68 venjarin heitt á fjeppararnar um at vera sjónskari, enn teir hava verið seinastu tíðina.

 

-Og eg kann ikki rósa teimum nóg nógv fyri, hvussu teir stuðlaðu okkum. Teir hoyrdust, og teir sóust, og fyri spælararnar átti tað heilt víst stóran lut í, at tað eydnaðist at vinna, sigur B68 venjarin Jákup á Borg. Hann vil ikki hoyra talan um, at nú vandin fyri at flyta niður er burtur.

 

Tað var innskifti Esmar P. Clementsen, sum skoraði 1-0 málið, tá ið tað bara restaði ein minuttir ella so. Esmar P. Clementsen var skiftur inn í seinna hálvleiki, og tað var innskifti Alex Mellemgaard, sum við hornasparki átti uppleggið.

 

-Í dag sást, hvussu stóran týdning tað hevur, at tað á beinkinum eru spælarar, sum kunnu verða skiftir inn og eiga avgerandi leiklut, sigur Jákup á Borg.

 

07 Vestur venjarin Daniel Obbekjær er vónbrotin um, at tað ikki eydnaðist at vinna úrtøku.

 

-Vit vóru ikki nóg góðir í dag. Tað gekk ikki nóg skjótt fyri seg, og vit tóku ikki av, tá ið vit í fyrra hálvleiki høvdu møguleikar at skjóta mál, staðfestir Daniel Obbekjær í samrøðu við FM1.